Vandi fyri meslingum í helvtini av heimsins londum

Vandi fyri meslingum í helvtini av heimsins londum
Fólkaheilsuráðið tekur støðuna í álvara, og hevur savnað saman allar koppsetingarskráir
WHO ávarar um eina meslingafarsótt í helvtini av heimsins londum. (Savnsmynd)
 
26.02.2024 - 12:20

Vandi er fyri, at barnasjúkan meslingar í ár fer ganga í meira enn helvtini av øllum heimsins londum, um einki ítøkiligt verður gjørt fyri at berja sjúkuna niður. 

Tað sigur heimheilsustovnurin WHO. 

Í Føroyum tekur Fólkaheilsustýrið støðuna í álvara, og hevur savnað saman allar koppsetingarskráir hjá kommunulæknaskipanini hjá Heilsutrygd og hjá øðrum, sum kunnu koppseta.

 

Bjarni á Steig er stjóri í Fólkaheilsustýrinum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og út frá heildarmyndini kunnu tiltøk setast í verk, um meslingasmittan nærkast Føroyum, men hetta er ikki aktuelt nú, sigur Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum. 

Verða meslingar staðfestir í Føroyum, verður tað Landssjúkrahúsið sum viðger fyri tað. Men málið er at vera frammanfyri við eini skrá, sum ávarar, tá ið nógvir tilburðir eru á veg.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26022024_Meslingar

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Nýggjastu sendingar í SV