Pengar fáast úr landskassanum til mat

Pengar fáast úr landskassanum til mat
850.000 kr. eru í fíggjarlógini til at fremja royndarverkætlanir, sum kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar dygdargóðar matvørur
Stuttfluttur matur er gjørdur úr rávørum, sum eru føroyskar.
 
03.04.2024 - 07:03

850.000 kr. eru í fíggjarlógini til at fremja royndarverkætlanir, sum kunnu økja framleiðsluna, nýtsluna, virðingina og tilvitskuna um stuttfluttar føroyskar dygdargóðar og heilsugóðar matvørur.

Og nú ber til at søkja um studning til júst slíkar verkætlanir, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Endamálið við verkætlanunum skal vera at upplýsa um og gera heilsugóðan mat úr føroyskum rávørum og føroyskari framleiðslu í gerandisdegnum og í undirvísing. 

Eitt nú kunnu dagstovnar, skúlar, bústovnar og ellis- og røktarheim søkja saman við lokalum framleiðarum, áhugabólkum og fakfólkum. 

Málið er, at í minsta lagi tríggjar verkætlanir, og helst fleiri, vera framdar. 

Einki minsta mark er fyri, hvussu stórar verkætlanir skulu vera, sigur Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949