Limir í senatinum játtað sær 170 prosent í lønarhækking

Limir í senatinum játtað sær 170 prosent í lønarhækking
Limirnir í senatinum í Argentina hava játtað sær sjálvum 170 prosent í lønarhækking. Hetta hevur elvt til mikla øsing.
 
21.04.2024 - 10:18

Tað hevur elvt til mikla øsing í Argentina, nú limirnir í Senatinum hava játtað sær sjálvum 170 prosent í lønarhækking.

Í Argentina liva seks av hvørjum 10 íbúgvum í fátækradømi, og búskaparstøðan í landinum er út av lagi vánalig. 

Men hjá limunum í senatinum tók tað bara tveir minuttir at samtykkja málið um hækkingina, sum tryggjar teimum tað, sum svarar til 20 ferðir minstulønina í landinum.

Tíðindastovan AFP endurgevur Gabrielu Quiroga, sum rekur klæknahandil í Buenos Aires, sum sigur, at hon heldur lønarhækkingin er púra burturvið. 

- Tað er als ikki í samsvar við tað, sum stendur fólkinum í landinum í boði. 

Quiroga leggur aftrat, at handlarnir selja nærum einki, og alsamt fleiri noyðast at sova á gøtuni.

Parlamentslimirnir, sum stuðla Javier Milei, forseta, atkøvddu ímóti lønarhækkingini, men tað, at teir vóru í tingsalinum, ruddaði slóð fyri, at uppskotið kundi samtykkjast.

Teir bóðu heldur ikki um, at avgjørdur meiriluti skuldi til fyri at málið kundi samtykkjast, sum er vanlig mannagongd í umstríddum málum.

53 ára gamli forsetin lovaði undir valstríðnum í fjør at skerja almennu útreiðslurnar so nógv sum til ber. 

Stjórnin hjá Milei hevur tikið fleiri stig fyri at endurreisa búskapin í landinum, og tað merkir fólkið. 

M.a. er stuðulsskipanin til brennievni og flutning strikað, og túsundtals fólk hava mist arbeiðið.

Tað er samstundis vorðið tríggjar ferðir dýrari at koyra við bussi, og felagsskapir, sum býta út matvørur til fátæk, fáa ikki longur almennan stuðul.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860