Brúktu 2.430 milliardir dollarar uppá kríggj í fjør 

Brúktu 2.430 milliardir dollarar uppá kríggj í fjør 
Heimurin brúkti sjey prosent meira uppá krígsførslu í 2023 enn í 2022. 
 
22.04.2024 - 13:39

Tað er dýrt, tá tað er ófriður í heiminum. 

Heimurin brúkti sjey prosent meira uppá krígsførslu í 2023, enn í 2022. 

Tað er størsta hækking í 15 ár. 

Brúktar vóru 2.430 milliardir dollarar uppá kríggj. 

Hetta skrivar Reuters. 

 

NATO-londini standa fyri 55 prosentum

Tað vísir nýggjasta frágreiðingini hjá svensku granskingarfyritøkuni, Sipri, sum er ein óheftur stovnur, ið granskar í ósemjum, krígsførslu, trygd og friði.

Nato-landini standa fyri 55 prosent av samlaðu útreiðslunum. 

USA, Kina og Russland brúka flest pengar uppá hernaðarligt virksemi. 

Sambært granskingarstovninum hækkaðu hernaðarútreiðslunar hjá Russlandi við 24 prosentum í fjør.

Tær vóru 109 milliardir dollarar. Hernaðarligu útreiðslurnar hjá Ukraina vóru 65 milliardir dollarar. Harafturat fekk landið hernaðarstuðul fyri 35 milliardir dollarar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860