Skal vera lættari at fáa føroyskar útbúgvingar góðkendar uttanlands

Skal vera lættari at fáa føroyskar útbúgvingar góðkendar uttanlands
Lógaruppskot er gjørt um ein førleikakarm, sum skal gera tað lættari hjá lesandi í Føroyum at fáa útbúgvingina góðkenda uttanlands, sigur landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum
Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.04.2024 - 11:41

Eftir ætlan skulu Føroyar og Fróðskaparsetrið gerast partur av altjóða Bologna-tilgongdini. Men, fyri at tað skal lata seg gera, er fyrsta stigið at samtykkja ein føroyskan førleikakarm. 

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum. Sambært landsstýrismanninum hevur tað í nógv ár verið ætlanin, at Fróðskaparsetrið skal gerast partur av Bologna-leistinum. 

 

Bologna-leisturin

Sokallaði Bologna-leisturin er eitt slag av evropeiskum samstarvi, sum hevur til endamáls at skapa ein felags karm um hægri útbúgvingar í Evropa.

Endamálið er, at Evropa so at siga verður útbúgvingarliga felags, soleiðis at lesandi og granskarar frítt kunnu flyta seg, lesnaðin og granskingina tvørtur um evropeisku landamørkini. 

 

Førleikakarmurin er eitt fet nærri Bologna

Førleikakarmurin, sum verður veruleiki við ætlaða lógaruppskotinum, er sambært landsstýrismanninum eitt stig leiðini at fáa føroysku útbúgvingarnar góðkendar í altjóða høpi. 

- Førleikarkarmurin er við til at lýsa støði á teimum ymsu útbúgvingunum í einari útbúgvingarskipan. Og tað er fyrsta treytin fyri góðkenning í altjóða høpi, sigur landsstýrismaðurin. 

 

Skal lætta um hjá lesandi at sleppa framat útbúgvingum aðrastaðni

Førleikakarmurin skal eisini gera tað lættari hjá lesandi í Føroyum at fáa sína útbúgving góðkenda uttanlands. Sum annars hevur verið ein trupulleiki í summum førum. 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru dømi, har føroysk lesandi ikki eins lættliga eru sloppin framat lesnaði á øðrum lærdum háskúlum. Og sambært landsstýrismanninum skal førleikakarmurin bøta um hetta. 

Men fyrst skal uppskotið samtykkjast í løgtinginum. Síðani skulu útbúgvingarnar bólkast, og tað arbeiðið er ikki byrjað enn. 

 

Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen her:

1668929

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949