Tróndur rør fyri heilsuna

Tróndur rør fyri heilsuna
- Hetta ger, at eg orki tað, eg skal í mínum arbeiði, sigur 80 ára gamli listamðurin, Tróndur Patursson, sum tvær ferðir um vikuna venur á rógvimaskinu
 
24.04.2024 - 10:45

Tveir tímar á rógvimaskinu tvær ferðir um vikuna.

Soleiðis heldur 80 ára gamli listamaðurin, Tróndur Patursson, kroppin við líka.

Saman við venjaranum, Toni Dam, hittast teir hvønn týsdag og fríggjadag í hølunum hjá Havnar Róðrarfelagið og rógva í ein góðan tíma.

- Nú arbeiði eg á Skipasmiðjuni við málningum og øðrum, men tað blívur ikki til nóg mikið av rørslu, sigur Tróndur Patursson, sum eisini sigur seg hava eina rógvimaskinu har.

- Men eg geri ov lítið við at seta meg á hana har. Eg eri komin upp í tey árini, at eg gangi ov lítið, so hetta hjálpir øgiliga væl. Gongulagið og alt blívur sindur lættari, sigur Tróndur Patursson.

Í morgunsendingini eru vit við, tá Tróndur Patursson og Toni Dam venja á rógvimaskinu.

1668910

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949