Symfoniorkestrið og tjóðleikhúsið eru hvør sítt

Symfoniorkestrið og tjóðleikhúsið eru hvør sítt
Landsstýriskvinnan í mentamálum skilir støðuna hjá Føroya Symfoniorkestrið, men heldur ikki, at tað eigur at verða knýtt upp í ætlanirnar um at gera eitt nýtt tjóðleikhús
Umstøðurnar hjá Føroya Symfoniorkestri eiga ikki at verða knýttar upp í ætlanirnar um eitt nýtt tjóðleikhús, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum
 
27.04.2024 - 18:21

Í lesarabrævi um dagarnar heitir stjórin í Føroya Symfoniorkestri, Hans Petur í Brekkunum, á landsins myndugleikar um at steðga á við verandi ætlan um eitt tjóðleikhús og í staðin gera eitt hús, sum eisini hevur pláss fyri Føroya Symfoniorkestri - eitt størri hús, sum fer at seinka og dýrka ætlanina, men sum hinvegin sambært Hans Peturi í Brekkunum hevði verið ein betri langtíðar loysn bæði fyri sjónleikin og fyri tónleikin.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, skilir støðuna hjá Symfoniorkestrinum og heldur eisini, at orkestrið eigur at fáa betri hølisumstøður. Men tað eigur ikki at verða knýtt uppí ætlanirnar um at gera eitt nýtt tjóðleikhús, tí so er vandi fyri, at alt prosjektið dettur niðurfyri, sigur hon.

Hoyrið samrøðu við Sirið Stenberg her:

Siri_S

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949