Tilburðirnir av diabetes í Danmark settu met í fjør

Tilburðirnir av diabetes í Danmark settu met í fjør
Diabetes er vorðin ein fólkasjúka, og í 2030 fara 467.000 danir at hava sukursjúku, væntar danska Diabetesfelagið
Í Danmark verður mett, at í minsta lagi 360.000 fólk hava diabetes, og tað svarar til umleið seks prosent av fólkinum.
 
29.04.2024 - 08:21

Fleiri enn 25.500 fólk fingu staðfest diabetes, sukursjúku,  í Danmark í fjør, og tað er met í einum ári, skrivar danska kringvarpið.

Diabetes er rætt og slætt vorðin ein fólkasjúka, og sambært útrokningum hjá danska Diabetesfelagnum hava 467.000 danir sukursjúku í 2030.

Í Danmark verður mett, at í minsta lagi 360.000 fólk hava sjúkuna í dag, sum svarar til umleið seks prosent av fólkinum.

Hildið verður eisini, at okkurt um 100.000 danir hava typu 2-diabetes, uttan at vita av tí.

 

Støðan í Føroyum

Í Føroyum verður mett, at okkurt um 250 fólk hava typu 1-diabetes og eini 3.000 fólk hava typu 2-diabetes.

Hetta svarar til sløk seks prosent av føroyingum.

Men neyv hagtøl mangla, sigur Diabetesfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949