Greið boð frá Biden: -Tit fara ikki inn í Rafah

Greið boð frá Biden: -Tit fara ikki inn í Rafah
Amerikanski forsetin hevur givið ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, greið boð um at lata vera við at gera innrás í Rafah
 
06.05.2024 - 22:26

Boðini vóru greið frá Joe Biden. USA stuðlar ikki einari ísraelskari innrás í Rafah. Tað upplýsir John Kirby, talsmaður hjá Hvítu Húsunum, fyri Reuters tíðindastovuni í kvøld.

Joe Biden og Benjamin Netanyahu hava tosað saman í telefon í umleið ein hálvan tíma í dag um støðuna í Rafah, um gíslar og um uppskotið til vápnahvíldaravtalu. Hetta var áðrenn, boðini komu frá Hamas um, at teir taka undir við vápnahvíldaravtaluni.

Ætlar Ísrael sær inn í Rafah, so skulu tey fyrst tryggjað sær, at fleiri hundrað túsund sivilir palestinar ikki eru í vanda, endurgevur John Kirby amerikanska forsetan at hava boðað Benjamin Netanyahu frá.

Wiliam Burns, sum er stjóri fyri CIA, er sambært Reuters í løtuni í Miðeystri og tosar við Ísrael um svarið frá Hamas, har tey siga seg taka undir við uppskotinum til vápnahvíldaravtalu.

Ísrael hevur í kvøld miðvíst bumbað ávís øki í eystara parti av Rafah býi, sum liggur heilt har suðuri í Gasa. Ísraelskir myndugleikar hava boðað frá, at teir halda fram við hernaðaratgerðinum, meðan møguligar tingingingar halda fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV