Mjølnir í sættu finaluni á rað

Mjølnir í sættu finaluni á rað
Menninir hjá Mjølni hevði ikki stórvegis trupulleikar av at vinna á Fleyr og spæla seg í sína sættu steypafinalu á rað
11.02.2024 - 20:26

Menninir hjá Mjølni spældu seg í sína sættu steypafinalu á rað, tá teir vunnu trísettara á Fleyr mestsum uttan at sveitta.

Klaksvíkingar hava ikki verið so sannførandi í seinastuni, men liðskiparin, Thorvald Danielsen, var væl nøgdur við spælið ímóti Fleyr, sum ongantíð fekk fótin fyri seg.

Mjølnir skal spæla ímóti SÍ í finaluni. Sørvingar vunnu á ÍF eftir javnbrótara í spennandi hálvfinalu. 

Mjølnir - Fleyr 3-0 (25-15, 25-16, 25-18 )

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949