SÍ knógvaði ÍF eftir javnbrótara

SÍ knógvaði ÍF eftir javnbrótara
Sørvingar spældu seg í steypafinaluna við monnum eftir drúgvan og javnan dyst ímóti ÍF, har javnbrótari skuldi til
11.02.2024 - 20:27

Roknað var við einari javnari hálvfinalu ímillum menninar hjá SÍ og ÍF, og áskoðararnir fingu eisini ein javnan og spennandi dyst í Klaksvík leygardagin.

Javnbrótari skuldi til, áðrenn sørvingar kundu fegnast um finaluplássið saman við teimum mongu áskoðarunum, sum vóru komnir úr Vágum at stuðla.

ÍF byrjaði væl, og vann fyrsta sett. Tað kom óvart á SÍ, segði Silas Poulsen, men sørvingar reistu seg skjótt aftur og vunnu tvey tey næstu settini. ÍF javnaði til 2-2, men í javnbrótaranum vóru sørvingar kaldari. 

SÍ skal spæla ímóti Mjølni í steypafinaluni.

SÍ-ÍF 3-2 (18-25, 25-16, 25-20, 22-25, 15-10)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949