Jóannes eftir FM-gull: Avrikið kundi verið betri

Jóannes eftir FM-gull: Avrikið kundi verið betri
Í compound-bogaskjóting endaðu Jóannes Poulsen og Nikkil Petersen ikki óvæntað í finaluni. Jóannes Poulsen fór avstað við FM, men ásannaði, at avrikið kundi verið betri
18.03.2024 - 16:55

Jóannes Poulsen skeyt ikki væl í FM-finaluni í compound-bogaskjóting, men mótstøðumaðurin, Nikkil Petersen skeyt upp aftur verri.

 - Tað var tungt at koma ígjøgnum, ásannaði Jóannes Poulsen úr Ørvi eftir finalusigurin á liðfelaganum.

 - Tað gekk nóg væl til, at eg vann, men tað var ikki meir.

 

Javnt kortini

Munurin á teimum báðum skjúttunum úr Ørvi var ikki stórur, helt føroyameistarin, sum vann við 143 stigum ímóti 140.

Báðir tveir skutu við nýggjari útgerð, men tað kann ikki brúkast sum umbering, helt Jóannes Poulsen, sum nú fer undir útisesongina, har millum annað EM bíðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. juni
Baltic Cup: fólk eru líkaglað
176494
Mánadag 10. juni
Góðan morgun Føroyar 24.06.2024
176476
Mánadag 10. juni
Morgunlestur mánadagur 10. juni 2024
175859
Sunnudag 9. juni
Bolero 09 juni 2024
176443
Sunnudag 9. juni
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
176442