Klintra um fyrsta føroyameistaraheitið

Klintra um fyrsta føroyameistaraheitið
Fyrireikingarnar til fyrsta FM-kappingina í klintring eru í hæddini. Klintrisambandið væntar, at upp í 40 fara at kappast um meistaraheitið í innandura greinini Buldring
15.04.2024 - 20:44

Føroyingar hava leingi klintrað bæði úti og seinastu árini eisini inni, men fyri fyrstu ferð skal føroyameistarin finnast.

 - Í ár skipa vit fyri FM í buldring fyri fyrstu ferð, staðfestir formaðurin í Klintrisambandinum, Absalon Eysturoy.

Kappingin, sum er skipað við einum opnum bólki við 16 ára aldursmarki, byrjar við innleiðandi umfari fríggjakvøldið 19. apríl. Har skulu klintrararnir royna tær 20 innleiðandi leiðirnar, og málið er at savna sær so nógv stig sum gjørligt.

Dagin eftir, leygardagin 20. apríl, stendur finalan ímillum seks teir bestu.

 - Teir seks luttakararnir koma inn ein í senn og fáa fýra minuttir at loysa eina avbjóðing. So skulu teir út aftur, og tann næsti klintrarin skal inn, greiður Absalon Eysturoy frá.

 - Hetta gongur fyri seg fýra ferðir, so tann einstaki finalisturin fær møguleikan at koma til topps fýra ferðir á fýra ymiskum leiðum. Tann, sum fær mest stig, vinnur kappingina.

 

Óroyndar leiðir

Leiðirnar til kappingina um FM eru spildurnýggjar, og klintrararnir sleppa ikki at royna tær frammanundan, og hóast onkur favorittur er á pappírinum, heldur Absalon Eysturoy, at alt kann henda leygardagin.

 - Tað skal ikki koma óvart á, um onkur av 'ikki favorittunum' fer við fyrsta plássinum, sigur hann.

So tað er stórur spenningur til hesa kappingina? 

 - Ja, tað er tað. Tað merkist eisini á klintrarunum, sum fyrireika seg til hesa kappingina. Teir halda kortini eitt sindur tættari at kroppinum akkurát nú, venja øgiliga nógv og eg síggi eisini, at tónin er blivin ein annar. Tað er heilt sikkurt ein kappingartóni, sum liggur í hesum her, sigur Absalon Eysturoy.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949