Hugin buldraði seg til sigurs

Hugin buldraði seg til sigurs
Hugin Samuelsen skrivaði føroyska klintrisøgu, tá ið hann bleiv fyrsti føroyameistarin í 'buldring', sum er klintring á veggi innandura
22.04.2024 - 17:41

Hugin Samuelsen vann fyrstu FM-kappingina í klintring í Føroyum. 

Kappast var í 'buldring', sum er klintring á veggi innandura, og Hugin Samuelsen vann í dysti við seks aðrar klintrarar. 

 - Eg helt, at eg hevði ein góðan kjans at enda í topp-trý, men eg visti ikki, um eg fór at vinna, segði Hugin Samuelsen, sum býr og venur í Danmark.

Fyrrverandi fótbóltsspælarin hevur kastað seg yvir klintringina, og hann fullførdi tríggjar av teimum fýra leiðunum, sum vóru á skránni til FM í Bacalao leygardagin, og vann frammanfyri Øssur D. Eiriksfoss og Markus Køtlum.

 

Væl nøgdur við fyrstu FM-kappingina

Fyri kortum var Klintrisamband Føroya skipað sum menningarsamband undir ÍSF, og formaðurin, Absalon Eysturoy, sum eisini rakk finaluni, var væl nøgdur við kappingina.

 - Tað hevur gingið regluliga fram, og spenningurin hevur verið í hásæti. Einki bleiv avgjørt fyrrenn tann seinasti luttakarin var uppi á tí seinastu leiðini, so tað var nógvur spenningur fyri bæði luttakarar og tey, sum hugt at og verið við, segði hann.

Innleiðandi umførini vóru fríggjadagin, tá 27 klintrarar royndu seg.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949