Sí nýggjan føroyskan stuttfilm her!

Brot úr stuttfilminum
Sí nýggjan føroyskan stuttfilm her!
"Meðan vit bíða eftir Jallinum" er ein nýggjur, føroyskur stuttfilmur, sum lýsir álvarslig viðuskifti á ein satiriskan hátt og samstundis eisini vendir teimum á høvdið
07.12.2015 - 14:15

Filmurin er ein satira, sum snýr seg um tríggjar menn. Tveir menn møtast vid farstøðina og koma í prát. Teir eru báðir komnir á farstøðina fyri at møta einum, ið kallast ”Jallurin”. Meðan teir bíða, drekka teir øl, har teir eisini koma at práta um teirra trupulleikar.

 

 

Fyrsti maðurin livir í einum hjúnalagi, ið er merkt av rúsdrekka og harðskapi. Konan hjá honum niðurger hann javnan og fremur harðskap ímóti honum.

Støðan hjá tí seinna manninum er tann, at hann verður javnan neyðtikin av dóttur síni. Meðan hesir báðir práta saman, verður samrøðan yvirhoyrd av einum taxasjaufføri. Hann er trúgvandi og trýr upp á eina nýggja trúgv, sum kallast ”Steinatrúgvin”

 

 

Síggj stuttfilmin her!

 

 

 

Eitt av ritualunum í Steinatrúnni er, at fólk, sum ikki liva í synd, skulu lakka. Taxasjaufførurin kemur tískil lakkandi yvir til báðar menninar. Hann roynir at greiða teimum frá um trúnna, men hinir halda hann vera í so býttan at hoyra uppá. Báðir menninir finna síðan útav, at seinasti bussur er komin, og tískil kemur Jallurin ikki. Tískil bjóðar taxasjaufførurin teimum at koyra teir í Sirkus.

 

 

Viðger álvarslig mál á ein satiriskan hátt

Nýggi stuttfilmurin "Meðan vit bíða eftir Jallinum" er ein føroysk satira um tríggjar óhepnar lagnur. Hóast stuttfilmurin er stuttligur, viðger hann eisini álvarslig evni. Rúsdrekka, harðskapur, kynslig misnýtsla og fremmandagerð eru millum annað evnini, ið verða sett í ljósmálan.

 

- Oftast eru tað menninir, sum fremja hesar gerðir. Oftast eru tað kvinnurnar og/ella børnini, sum er offur fyri hesum gerðum. Av tí at talan er um eina satiru, so velja vit at venda hetta á høvdið, soleiðis at tað eru mannfólkini, sum eru offrini. Tískil velja vit at vísa nøkur álvarslig tema á ein annan hátt, enn hvat mann vanliga sær, sigur Johan Rimestad, leikstjóri.

 

 

Fólkini handan stuttfilmin:

Jákup : Brynjálvur Tórstún
Hallur : Hilmar Joensen
Jógvan : Nicolaj Falck

Leikstjóri : Johan Rimestad
Framleiðslustjóri : Andrias Høgenni
Leikrit : Johan Rimestad & Andrias Høgenni
Fotograf : Rógvi Langgaard
Ljóðfólk : Dagfinn Sámuel Højgaard
Ljósfólk : Benjamin Hansen
Redigering : Rógvi Langgaard & Johan Rimestad
Ljóðviðgerð : Stefan Holm

 

Síggj stuttfilmin her!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.