Frøðingurin velur føroyskar bøkur

Frøðingurin velur føroyskar bøkur
Helena Kannuberg, ið hevur lisið føroyskt á Setrinum, viðmælir føroyskar bøkur
29.01.2016 - 07:00

Durita Holm: Offurmorðið og Zapatista
Ert tú til krimi? Sløkk so CSI og far og les krimibøkurnar hjá Duritu Holm! Durita er nevniliga ikki bara ein spennandi persónur, men hon er eisini ein knasandi dugnaligur rithøvundur, sum klárar at rúnabinda lesaran við sínum spennandi og ikki minst fangandi krimibókum.

 

Bøkurnar Offurmorðið og Zapatista snúgva seg báðar um norska fólkalívsfrøðingin Alisu. Í fyrru bókini fer Alisa í arbeiðsørindum til Kolumbia at granska kynsleiklutir í tarvafektaraumhvørvinum har. Í seinnu bókini fer hon til Meksiko at granska zapatistarnar. Báðar bøkurnar ganga tískil fyri seg í fjarskotnum londum og umhvørvum, sum vit vanliga ikki hava atgongd til. Talan er um krimi, og tískil eru morð sjálvandi ein týðandi partur av søgugongdunum saman við ógvusligum harðskapi, forelskilsi og ástarleikum, umframt  áhugaverdari vitan um samfeløgini, sum Alisa ferðast í. Sum lesari merkir tú nevniliga alt fyri eitt, at rithøvundurin hevur gjørt eitt framúr gott fyrireikingararbeiði um umhvørvini, sum bøkurnar ganga fyri seg í, og tískil eru bøkurnar eisini gott  og skynsamt undirhald.

 

 

Sólrun Michelsen: Tema við slankum
Ynskir tú at mennast sum lesari? Les so hesa skaldsøguna eftir Sólrun Michelsen, sum uttan iva megnar at bjóða tær av á fleiri økjum.

 

Skaldsøgan er sett saman av fleiri sjálvstøðugum smásøgum, sum allar samstundis snara runt um ein kvinnuligan persón. Bókin er í trimum høvuðspørtum, sum ávíkavist snúgva seg um barndómsárini, ungdómsárini og síðani vaksmannalívið hjá hesari áhugaverdu og eitt sindur loyndarfullu kvinnuni, sum tú sum lesari fylgir. Um tú ynskir eina samanhangandi søgu, so mást tú allatíðina fylgja við og fylla gloppini í søguni, tí minimalistiski skrivistílurin ger, at tað ikki eru nógvar upplýsingar, sum tú fært til gávis. Tað er júst hetta, ábyrgdin hjá lesaranum sjálvum, sum ger, at bókin gerst so spennandi og ikki minst mennandi at lesa.

 

Kanska tú skilir hana fyrstu ferð, tú lesur hana, kanska ikki. Um ikki, les hana so umaftur. Hon er ikki so lang, so tað ber væl til. Og so, tá ið tú endiliga fært puslispælið at liggja rætt, og skilir lívssøguna hjá kvinnuni, so fært tú møguleika at sita eftir við eini fantastiskari “wauw! eg kláraðir tað” kenslu.

 

 

Marjun Syderbø Kjelnæs: Tóm rúm
Ber tað til at lesa ein leik? hugsar tú kanska, og svarið er eitt rungandi ja! Leikir eru fjølbroyttir á tann hátt, at teir kunnu bæði verða lisnir og framførdir. Tá ið tú lesur ein leik, sleppur tú sum lesari nevniliga sjálvur at skapa framførsluna í tínum høvdi - og fært tú fyrst blóð uppá tonnina, so er ringt at gevast aftur.

 

Hesin leikurin snýr seg um eini hjún, hana og hann, sum hava upplivað størstu sorgina: Tey hava mist sín einkarson. Hóast sjálv søgan í leikinum kann ljóða at vera ógvuliga tung, so er leikurin so nógv meira enn tað. Sum lesari fylgir tú henni og honum, meðan tey hvør á sín hátt royna at skapa sær eina nýggja meining í tilveruni. Hann leitar eftir smáum gerandisligum eydnuløtum, meðan hon fonglast við stórar spurningar. Umframt sjálva søguna um tey bæði eru eisini yrkingar í leikritinum. Hesar yrkingarnar fara sum ein reyður tráður gjøgnum leikin og fáa søgugongdina at ganga upp í eina hægri eind. Um tú sum lesari verður heilt vekk í leikinum, so ber eisini til at fara á netið og hoyra Eivør leggja rødd til hesar vøkru yrkingarnar. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.