Sylvia Plath: tunglyndi og pennurin

Sylvia Plath: tunglyndi og pennurin
Alt kann tykjast vakurt á skorpuni, men undir fríðum skinni kunnu trupulleikar fjala seg, ið eingin varnast, áðrenn ov seint er. Lívið hjá amerikanska rithøvundanum Sylvia Plath var eins og eitt ísfjall, har tunga byrðan fjaldi seg undir vatnskorpuni
25.10.2017 - 11:02

Skrivað hevur: Birita Matras Petersen

 

Ungdómsár og kenslan av tómleika

 

Sylvia Plath var ikki nógv øðrvísi enn aðrar ungar kvinnur í USA. Hon varð fødd í Boston í 1932 og sleit barnaskógvar sínar á forstaðarøkinum í Boston. Henni dámdi væl at skriva, og í 1950 fór hon á Smith College. Evnarík og ágrýtin sum hon var, fekk hon møguleika at starvast í New York í ein mánað hjá konufólkablaðnum Mademoiselle. Hetta burdi verið ein dreymur fyri eina unga kvinnu, ið dámdi at skriva, men stórbýurin fekk hana at kenna seg øðrvísi og tunga í huga, hóast tíðin í New York átti at veita henni gleði. Nógv bendir á, at hon lýsir seg sjálva og egnar royndir ígjøgnum skaldsøguna The Bell Jar, ið snýr seg um unga kvinnu, ið eitur Esther og hennara stríð við sálarsjúku. Ígjøgnum Esther lýsir Plath tíðina í glæsiliga stórbýnum soleiðis: ”I felt very still and very empty, the way the eye of a tornado must feel, moving dully along in the middle of the surrounding hullabaloo.” Hetta vísir á, at Sylvia Plath longu í ungum árum var døpur í huga og hevði torført at koma til sættis ímillum glógvandi ljósini og stórbýarmeldurin.

 

 

Hugtyngd og eitt trupult hjúnaband

Hóast hon var dugnalig við penninum, og hevði eina familju og eitt heim eins og flest aðrar kvinnur í fimmtiárunum, bardist hon við tunglyndi, og í 1963 doyði hon fyri egnari hond. Hon gjørdi sjálvmorð við einum gassovni bert fáar vikur eftir, at The Bell Jar varð givin út, og í dag verður deyði hennara ofta tulkaður sum ein ímynd av uppreistrinum ímóti patriarkatinum, men møguligt er, at hetta bert var skjótasti mátin hjá henni at flýggja undan sálarsjúkuni. Fleiri vilja vera við, at maður hennara Ted Hughes, ið ofta verður lýstur sum ein bøðil, spældi stóran leiklut í avgerð hennara, um at gera enda á sær. Kortini er ilt at siga, hvat motiveraði hana at stinga høvdið inn í ovnin og anda síðsta andadrátt. Í øllum førum vísur hetta á, at hon hevði tørv á hjálp. The Bell Jar er einasta skaldsøgan, ið Sylvia Plath skrivaði, og í dag verður hon mett sum eina perlu innan bókmentir.

 

Framgongd í sálarfrøðiligari viðgerð

 

Í dag verður meira granskað í sálarsjúku, sum er høvuðsevnið í The Bell Jar. Við gransking hava vit fingið størri innlit í sálarsjúkur og tess avbjóðingar. Samanbera vit sálarligu viðgerðina í dag við ta viðgerð, ið Esther fær, eru viðgerðarhættirnir meira fjøltáttaðir, bæði hvat viðvíkur heilivág og terapi. Skaldsøgan vísur á, hvørja ávirkan hvøkkviðgerð og insulinviðgerð hevur á ein sálarsjúkan. Plath vísur á viðgerðarhættir í tíðarskeiðinum, og lýsir sinnissjúkrahús eins og fangahús, har starvsfólkini verða lýst sum harðhjartað. Í skaldsøguni lýsir hon hvøkkviðgerð soleiðis:

Then something bent down and took hold of me and shook me like the end of the world. Whee-ee-ee-ee-ee, it shrilled, through an air crackling with blue light, and with each flash a great jolt drubbed me till I thought my bones would break and the sap fly out of me like a split plant. I wondered what a terrible thing it was that I had done.

 

Ein øðrvísi áskoðan á sálarsjúku

Almenni hugburðurin til sálarsjúku er nógv broyttur síðan fimmtiárini, og sálarsjúk fólk verða ikki longur møtt við somu skeptisismu sum tá. Í dag verða sálarsjúk fólk ikki útihýst, men liva sítt vanliga lív millum okkum, tó alt eftir í hvønn mun, tey eru merkt av sálarsjúku síni. Í fimmtiárunum varð sæð sum skammiligt at vera sálarsjúkur, og ikki var vanligt at tosa um sálarsjúku. Í skaldsøguni lýsir Sylvia Plath almennu áskoðanina á sálarsjúku í USA í fimmtiárunum:

My mother smiled. "I knew my baby wasn't like that."
I looked at her. "Like what?"
"Like those awful people. Those awful dead people at that hospital." She paused. "I knew you'd decide to be all right again.

Orsakað av vanliga hugburðinum til sálarsjúku, kallar hon fólk, ið fáa hvøkkviðgerð ”awful people”. Hon fatar ikki støðuna hjá Esther viðvíkjandi hennara sálarsjúku, og heldur hetta er eitt val. Møguliga er hetta orsakað av almennu áskoðanini, umframt vantandi vitanini innan sálarsjúku, sum tá var galdandi.

 

Ovurstór krøv og tunglyndi

Hóast sálarfrøðin hevur gjørt stór frambrot seinastu trýss árini, er høvuðsevnið í skaldsøguni enn tíðarbært. Hesa støðu lýsir Sylvia Plath so hegnisliga í skaldsøguni: ”I wasn’t steering anything, not even myself.” Hetta er ikki minst galdandi í dag, har ungar kvinnur møta ovurstórum krøvum viðvíkjandi útbúgving, útsjónd og harafturat ein krevjandi leiklut á ymsum sosialum miðlum. Á sosialum miðlum fyllir vakurleiki og umhvørvið hjá kvinnuni lutfalsliga nógv, og miðlar, ið venda sær til kvinnur, eru aloftast fyltir við tilfarið um, hvussu kvinnan og hennara umhvørvið eigur at síggja út. Alt hetta kann vera við til, at leggja kvinnuna undir trýst, um kvinnan ynskir at liva upp til hesi krøv. Hetta kann hava við sær, at fleiri ungar kvinnur stremba eftir einum óveruligum fullkomuleika og samleika, ið ikki altíð er í samsvar við teirra umhvørvi.

 

Hví eru hennara orð viðkomandi í dag?            

Ein kann spyrja, hví The Bell Jar verður lisin enn í dag, og hví hon framvegis er viðkomandi fyri summi. Tað er torført at siga, hvønn boðskap skaldsøgan ynskir at bera fram, ella um Sylvia Plath yvirhøvur hevði ávísar tankar, tá hon skrivaði skaldsøguna. Møguliga ynskti hon at varpa ljós á sálarliga sjúkar kvinnur, harímillum seg sjálva, og førleika teirra at røkka høgum málum. Harafturat vísur skaldsøgan á lívið hjá einari ungari kvinnu, ið hevur trupult at finna samleika sín, og eisini at laga seg eftir samfelagsligum reglum viðvíkjandi siðbundna kvinnuleiklutinum í fimmtiárunum.

Til tíðir kann tað tykjast torført at røkka øllum krøvum, ið eg seti mær sjálvari, og frammanfyri mær síggi eitt ørgrynni av framtíðarmøguleikum, ið fløkja seg saman. Í skaldsøguni skrivar Sylvia Plath um eitt fikutræ, sum ímyndar teir mongu valmøguleikar, ið lívið hevur at bjóða, og eg kenni meg eins og Esther, tá hon stendur frammanfyri fikutrænum: ”I saw my life branching out before me like the green fig-tree in the story.” Greinarnar umboða ymsar lívsleiðir, og hon kennir seg undir trýsti at velja eina grein. Fruktinar detta niður til jarðar og fúna, um hon ikki heintar fruktirnar í tøkum tíma. Esther ynskir at hava allar fikurnar, men hetta er ógjørligt, tí um hon velur eina lívsleið, má hon vraka aðra. Tess longri vit bíða við at velja okkum eina lívsleið, tess færri gerast valmøguleikarnir, tí lívið bíðar ikki eftir okkum.

Tulkast kann, at samfelagsligu krøvini ávirka hana, og eru orsøk til tunglyndi. Kenslan av tómleika og tunglyndi er ein áhaldandi trupulleiki, og eins og Sylvia Plath, stríðast ungar kvinnur við sálarsjúku í okkara tíð. Kvinnur møta enn í dag ovurstórum krøvum, ið ofta vísa eina einsháttaða mynd av kvinnuni sum vakurleikasymbol, og harvið ávirkar ungar kvinnur. Hjá einstøkum kvinnum, ið stríðast við fatan av egnum samleika og lágum sjálvsvirði, kunnu sosialir miðlar leggja stein omaná byrðu, og gera gerandisdagin hjá kvinnuni enn tyngri. Á henda hátt er The Bell Jar enn galdandi fyri summar ungar kvinnur, hóast liviháttur, møguleikar og eisini kvinnuleikluturin er nógv øðrvísi enn í fimmtiárinunum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.