Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð

Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð
23.08.2018 - 13:44

Skrivað hevur: Heiðrun Hammer Erlingsson

 

Millum ung í Føroyum er tað ikki sjáldsamt at droyma um ta stóru verð, og hvussu tað man vera, at búleikast har úti.

 

Vit skilja nokk øll í ein mun ella annan hesar dreymar um at sleppa út í heimin, men hvussu er við hesum dreymum, tá teir gerast veruleiki?

 

Tað finnast fleiri felagskapir í Føroyum, ið gera tað møguligt fyri ung at ferðast út í heimin og læra um aðrar mentanir. Flestu føroyingar kenna til eftirskúlar í Danmark, men tað ber eisini til at fara longur út í heim og veruliga uppliva mentanina í tí landinum saman við einari lokalari familju. Millum annað eru felagskapirnir AFS og Youth Rotary, ið loyva tær at uppliva 3-6 mánaðar ella 1 ár sum skiftisnæmingur, tá ið tú er millum 15 og 18 ár. Einasta kravið er, at tú hevur lokið fólkaskúlan.

 

Tær báðar Elisabet Rasmussen og Marianna Johannesen hava verið skiftisnæmingar hetta farna árið. Tær vita, hvussu tað kennist at hava ein dreym um at sleppa út í heim, og samanborið við nógv onnur á teirra aldri hava tær gjørt dreymin til veruleika. 

 

Marianna er 17 ára gomul og er av Skála, og Elisabet er 16 ára gomul og er av Argjum. 

 

Hvussu var títt ár sum skiftisnæmingur?

 

Marianna: Eg var skiftisnæmingur í Kosta Rika, eitt ótrúliga vakurt land! Eg var so heppin at fáa eina fantastiska familju, ið gjørdi árið hjá mær heilt ótrúligt. 

 

Eg saknaði sjálvandi vinir og familju øgiliga nógv, men tíðin gekk ógvuliga skjótt. Tí royndi eg at fokusera meira upp á familju og vinir í Kosta Rika og njóta tíðina, eg hevði har so nógv sum gjørligt, og tað gjørdi eg.

 

marianna_kosta_rika_3.1.png

Title text: 
Marianna í Kosta Rika.

 

Elisabet: Eg var á AFS í USA frá August 2017 til Juni 2018. Mítt ár sum skiftisnæmingur var akkurát sum ein rusjibani. Har vóru niðurtúrar og sjálvandi eisini nógvir upptúrar. Eg upplivdi sera nógv spennandi, sum hevur ment meg og gjørt meg meira sjálvstøðuga. 

 

Eg búði í einum lítlum býi, ið eitur Cibolo, sum liggur í statinum Texas. Har gekk eg í High School, sophomore year. Tað svarar til 2. árið av miðnámi. Teir fyrstu 2 mánaðirnir var eg sera óheldig og mátti tí skifta familju og skúla tvær ferðir. 

 

Eftir tað kom eg til eina fantastiska fitta familju og góðan skúla, har eg møtti nógvum vinfólkum og fekk eitt fantastiskt ár víðari.


 

Hevur hetta árið broytt teg?

 

Marianna: Ja, uppá tann mátan at eg eri blivin meira búgvin, og eg havi lært at virðismeta alt, eg havi, nógv meir.

 

Elisabet: Eg veit ikki um tað hevur broytt meg, men tað hevur uttan iva ment meg.

 

Hevur tú lært nakað um Føroyar og títt lív í Føroyum meðan tú var vekk?

 

Marianna: Ja, eg havi lært nógv um Føroyar. Eg fekk nógvar spurningar um Føroyar, hvussu vit liva her, hvat vit eta og so víðari. Ofta varð eg noydd at senda mammu eini boð at spyrja hana um ting, sum eg sjálv ikki visti.

 

Marianna nevnir eisini, at hon ikki bara lærdi nógv um Føroyar men eisini um seg sjálva.

- Eingin í Kosta Rika kendi meg, tað var ótrúliga lekkurt. Eg slapp at byrja heilt av nýggjum og vera tann, eg vildi vera. Eg haldi, hetta hevur ført við sær, at eg bæði kenni meg sjálva betur, og eri blívin meira búgvin.


 

Elisabet: Meðan eg var burtur, lærdi eg, at Føroyar er eitt sera trygt stað. Eg varnaðist, hvussu lætt tað er, at ferðast runt í Føroyum.

 

Eisini lærir man, at seta prís upp á ymiskt í Føroyum, sum man ikki hevur sett prís uppá áður. Millum annað fríheitina, sum vit hava her í Føroyum. Hana taki eg ikki fyri givið longur. 

 

 

Hvussu var at koma aftur?

 

Marianna: Tað var løgið mín fyrsta dag heima, men annars kendist tað, sum eg var vaknað úr einum dreymi. Sum um at allar mínar upplivingar og øll fólkini, eg hevði møtt í Kosta Rika, bara vóru uppspunnin í mínum egna høvdi.

 

Alt í Føroyum var júst, sum tað altíð hevði verið. Men eg havi lært at virðismeta bæði familju, vinir og alt, sum eg havi her í Føroyum. Eg visti hvussu gott, vit veruliga hava tað her heima.

 

Elisabet: AFS ávarar teg og ger teg klára at koma heim aftur, also um kultursjokk o.a. Tó føldi eg ikki, at tað var sera nógv broytt, tá ið eg kom heim aftur til Føroya. 

 

Eg bleiv ikki ordiliga skuffað, men tað var onki sera áhugavert í Føroyum.

 

Nú er meira enn ein mánaði farin, síðani tú kom aftur. Ávirkar tað teg enn? 

 

Marianna: Tað hevur verið eitt tað besta, stuttligasta og harðasta upplivilsi nakrantíð, og eg vænti, at tað skal ógvuliga nógv til, áðrenn eg fari at gloyma tað. 

 

Enn er ikki ein dagur farin, har eg ikki hugsi um familju og vinir í Kosta Rika. Hóast Kosta Rika er eitt ógvuliga deiligt land, hevði eg ikki tíma at búð har permanent. 

 

Eg kann viðurkenna tað, at mær dámar betur at búgva í Føroyum. Hetta fer vist altíð at vera mítt heim, men tó vildi eg havt míni nærmastu í Kosta Rika við mær her í Føroyum.

 

 

Elisabet: Mítt AFS upplivilsi fer altíð at vera ein stórur partur av mínum livi. Eg fekk eitt fantastiskt ár, sum eg aldrin fari at gloyma. 

 

Tað er sum eitt lív í einum ári, og ikki eitt ár í lívinum.

 

Spurd um henni dámar betur at búgva í USA ella í Føroyum, svarar hon:

 

Nú havi eg roynt at búð eitt ár í USA, men mær dámar sera væl at vera her heima.

 

 

Kennist tað sum eitt "step back" at koma aftur til Føroyar?

 

Marianna: Eg føli tað meir sum ein nýggjan og spennandi kapittul. Man byrjar av nýggjum, tá man fer avstað, men eisini tá man kemur aftur til Føroyar, haldi eg. 

 

Eg eri í hvussu so er spent uppá student og alt tað nýggja, sum lívið hevur at bjóða nú.

 

Elisabet: Eg haldi avgjørt, at tað kenst sum ‘ein nýggjur kapittul’, av tí at eg nú havi ment meg sera nógv. 

 

Eg byrji eisini á Glasi nú, so tað verður avgjørt spennandi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.