Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini, heldur, at svarið frá landsstýrinum til ES kemur ov seint
Bæði Bakkafrost og Marine Harvest í Norra siga seg hava keypt 27 prosent av Marine Harvest í Føroyum
Danski forsætisráðharrin hitti fyrrapartin lesandi á Fróskaparsetrinum, sum spurdu um mangt og hvat
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, heldur ikki, at miðnámsskúlaútbúgvingin er í vanda, hóast ikki allir lærarar hava pedagogikum
Avtala verður gjørd við eitt útlendskt felag, sum fær einkarrætt at byggja og reka tunnilin. Løgtingið veit ikki, hvat stendur í avtaluni
Stjórnin hjá Assad er lóglig, og so leingi vit hava vápnasáttmálar við Sýrialand, halda vit teir, sigur Putin, forseti
Fíggjarligt støðufesti sigur, at verða partabrøvini seld, verður talan um opna og gjøgnumskygda sølu
Formansskapurin í løgtinginum og formaðurin í fólkatinginum hittast í dag
Jónheðin Herason Tróndheim viðmælir tríggjar føroyskar summar upplivingar í Karrusellini
Hol kom á ovurstóra bingjuskipið Emmu Mærsk, beint áðrenn tað skuldi sigla gjøgnum Suezveitina 1. februar í ár. Vit tosa við elektrikaran umborð
Hugo Faldlossen fór í bussin í Klaksvík í morgun, men nú finnur hann ikki hotellið aftur. Hugo ringir til Norðoya kunningarstovu
Hoyr gestirnar í Also tosa um Valentinesdagin, um hví pør fara at sumpa heima í sofunum og um menn og kvinnur kunnu vera bara vinir
Í hesari sending hoyra vit um støðuna hjá sjófuglinum, lendisnýtslu, landbúnað, lívfrøðiligt margfeldi í mold og um haga- og matrikullógávuna
Teitur er gestur hjá Eyðfinni í seinastu Brunsj sendingini á hesum sinni. Aftaná vitjar Elin á Kunningarstovuni í samband við Mentannarnáttina 2013
Mikkjal Thomassen fer undir útbúgving, og hann hevur tí gjørt av at gevast sum venjari í B36 frá komandi kappingarári
Í komandi kappingarári verður einki VÍF/Tjaldur felagslið í bestu kvinnudeildini í hondbólti. Samstarvið er steðgað
Orsaka av doping hevur Mads Glæsner mist sítt HM-heiti í 1500 m frísvimjing. Sostatt verður bronsan hjá Páli Joensen í Istanbul nú til silvur