Kenna seg tiknan av ræði

Kenna seg tiknan av ræði
Kommunurnar, sum eiga røktarheimið í Vági, eru misnøgdar við avgerðina um, at búfólk í sambýlinum á Tvøroyri framvegis skulu búgva á Hamragarði

02.02.2012 - 15:39

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, er misnøgd við avgerðina hjá Nærverkinum at loyva búfólkum av Tvøroyri at verða verandi fyribils á røktarheminum Hamragarði í Vági, uttan at spyrja kommunurnar, sum eiga røktarheimið, um ráð fyrst.

Kirstin Strøm Bech sigur við Útvarpið, at kommurnar kenna seg tiknar av ræði, og reglugerðin fyri heimið sigur, at aðrar kommunur bara kunnu keypa sær innivist á Hamragarði, um pláss eru til avlops.

Fimm búfólk í sambýlinum á Tvøroyri vórðu flutt á Hamragarð eftir ódnina 24 november, tá øll yvirtromin á sambýlinum fór. Býráðið á Tvøroyri síðani hevur gjørt av, at heimið verður ikki bygt uppaftur. Tvøroyrar kommuna rindar 190 krónur um dagin fyri hvørt búfólk.

Vágs kommuna hevur givið Almannamálaráðnum stundir at finna eina loysn. Kommunan hevur skotið upp, at búfólkini av Tvøroyri búgva aðrastaðni, men at tey sleppa at halda til á Hamragarði um dagin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585