Ruskbilar noyðast at koyra Leirvíkar bygd á tamb

Ruskbilar noyðast at koyra Leirvíkar bygd á tamb
Eysturkommuna vil varðveita sambandið millum tunnilsvegin og vegin til Hagaleiti, men landið vil ikki gjalda meirkostnaðin

02.02.2012 - 14:59

Tá vegarbeiðið í Leirvík er liðugt, verður ikki koyrandi frá Norðoyatunnlinum og inn á vegin til Hagaleiti, sum nú. Tað merkir, at hvør einasti ruskbilur úr Norðoyggjum má koyra alla Leirvíkar bygd á tamb.

Eysturkommuna hevur leingi ynskt sær, at sambandið millum tunnilsvegin, frá Norðoyatunlinum og vegin til  Hagaleiti, verður varðveitt. Men kostnaðurin er ikki við í verklagslógini, og landsmyndugleikarnir vilja ikki gjalda tær 10-12 milliónir krónurnar, sum arbeiðið fer at dýrka.

Løgtingsins fíggjarnevnd viðger í løtuni eitt uppskot frá Innlendismálaráðnum um at heimila, at vegagerðin í Leirvík kann kosta 49 milliónir krónur, ella fimm milliónir krónur meira enn av fyrstan tíð mett. Men tá er framvegis einki beinleiðis vegasamband millum tunnilsvegin og Hagaleiti.

Meiri verður at frætta í Degi og Viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Mánadag 15. apríl
Góðan morgun Føroyar
173705
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628