Fyrireika seg at yvirtaka eldraøkið

Fyrireika seg at yvirtaka eldraøkið
Klaksvíkar býráð hevur sett arbeiðsbólk at lýsa eldraøkið, sum eftir ætlan verður lagt til kommunurnar at umsita í 2014

23.02.2012 - 15:11

Klaksvíkar kommuna fyrireikar seg til, at eldraøkið verður lagt til kommunurnar at umsita.

Býráðið hevur samtykt at seta eina arbeiðsbólk við fakfólki at lýsa verandi skipan og koma við uppskoti um, hvussu kommunurnar kunnu skipa eldraøkið í Norðurøkinum í framtíðini.

Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna rákið á økinum, ymisk tilboð til eldri, hvussu fólkasamansetingin og væntaða gongdin verður í framtíðini.

Í arbeiðsbólkinum sita:

Elsba Lützen, økisleiðari hjá Nærverkinum í Norðoyggjum

Annika Vágsheyg, leiðari fyri Norðoya Ellis- og Røktarheim

Einar Klakkstein, visitator innan eldraøkið

Eyðbjørg Joensen, fysioterapeutur hjá Nærverkinum, og

Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, sum eisini er forkvinna í arbeiðsbólkinum.

Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvík býráð, verður eygleiðari í arbeiðsbólkinum.

Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir vísir á, at landsmyndugleikarnir ætla at leggja eldraøkið til kommunurnar at umsita í 2014. Tí er umráðandi, at Klaksvíkar kommuna sum skjótast fær yvirlit yvir hetta stóra og kostnaðarmikla málsøki, sigur hon.

Arbeiðsbólkurin skal lata býráðsumsitingini álit innan 1. september í ár.

Mynd:
Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttir er forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvíkar býráð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585