21 fyritøkur sleppa at bjóða

24.02.2012 - 09:44
21 fyritøkur sleppa at bjóða
Landsverk hevur viðgjørt umsóknirnar um undangóðkenning at byggja skúladepilin í Marknagili í Havn

21 fyritøkur sleppa upp í part at bjóða upp á arbeiðið at byggja Marknagilsdepilin.

Tað er greitt, nú Landsverk hevur viðgjørt umsóknirnar um undangóðkenning.

Arbeiðið er boðið út í átta stórarbeiðstøkur:

- Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði

- Innilokan

- Innrætting

- El-arbeiði

- HVS, luftskiftisskipanir

- Múraraarbeiði

- Málaraarbeiði

- Lendisarbeiði

Articon, J&K Petersen og E. Pihl & Søn Føroyar bjóða sær til at gera allar átta partar av arbeiðnum við Marknagilsdeplinum. Hinar 18 fyritøkurnar bjóða sær til at gera partar av arbeiðnum.

Talan er um føroya størstu byggiætlan. Marknagilsdepilin kostar sambært verklagslógini 391 milliónir krónur, umframt innbúgv og aðra útgerð fyri 60 milliónir krónur.

Landsverk roknar við, at endaliga lisitatiónin verður í apríl.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Rómi og ross løgdu støðið (1:2)
93584
Mikudag 17. apríl
Mono: West Coast Hip Hop
93652
Mikudag 17. apríl
Góðan morgun Føroyar 17. apríl 2019
93644
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2019
93382
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Andaktin
93668
Hósdag 18. apríl
Guðstænasta úr Mikladals kirkju
93669
Mikudag 17. apríl
Minnist tú enn? (6:13)
19504
Mikudag 17. apríl
25 minuttir: Julie Sass
93251
Mánadag 15. apríl
3-2
93571