Aðalstjóri tikin fyri rúsdrekkakoyring

Aðalstjóri tikin fyri rúsdrekkakoyring
Aðalstjórin í Vinnumálaráðnum harmast og sigur, at hetta ikki endurtekur seg. Málið verður viðgjørt sum møguligt brot á tænastumannalógina.
 
28.02.2012 - 18:32
Leygardagin 18. februar klokkan 17.05 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði rent inn í ein garð við Vegin Langa í Hoyvík.
 
Eitt vitni, sum sá hendingina, ringdi og boðaði frá, at bilurin hevði rent á, og at førarin síðani rýmdi. Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at onnur nummarplátan var dottin av í stoytinum.Tí var lætt at finna fram til, hvør átti bilin, og løgreglan fór heim til mannin.
 
- Bilurin hevði fingið sjónligan skaða, eins og reyð máling av árenda garðinum var á bilinum, greiðir vakthavandi frá.
 
Maðurin, sum hevði koyrt, varð tikin við á løgreglustøðina, har blóðroynd varð tikin.
 
- Royndin varð send til Danmarkar til kanningar. Tað kann taka einar tvær vikur, sigur vakthavandi. Tá úrslitið av blóðroyndini er greitt, verður støða tikin til, um maðurin verður ákærdur.
 
Høvuðspersónurin í málinum er aðalstjórin í Vinnumálaráðnum, Arne Poulsen. 
 
Sambært aðalstjóranum boðaði hann sjálvur landsstýrismanninum frá hendingini, og Johan Dahl sendi síðani málið víðari til Løgmansskrivstovuna, ið hevur evstu ábyrgd av slíkum málum.
 
Umframt at vera eitt politimál er hendingin eisini eitt mál fyri løgmansstjóran. Tí sum aðalstjóri skal Arne Poulsen lúka treytirnar í tænastumannalógini.
 
Grein 9 í tænastumannalógini sigur, at “Tænastumaður skal samvitskufult halda tær fyri starv hansara galdandi reglur, og skal bæði í og uttan fyri tænastu vísa slíkan atburð, sum starvi hansara sømir.”
 
Marjun Hanusardóttir váttar fyri útvarpinum, at málið í løtuni verður viðgjørt sambært grein 9 í tænastumannalógini.
 
- Í løtuni arbeiða vit við at fáa allar upplýsingar á borðið. Málð skal vera so mikið upplýst, at vit kunnu taka støðu útfrá grein 9, og har er tað ikki komið enn, sigur Marjun Hanusardóttir, sum ikki vil at gera fleiri viðmerkingar til málið.
 
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur við útvarpið, at hann hevur gjørt avtalu við aðalstjóran um, at hann fyribils heldur fram í starvinum, meðan málið verður kannað. 
 
Arne Poulsen sigur við útvarpið, at hann er harmur um støðuna, og hetta skal ikki endurtaka seg.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585