Vestmanna: Síggja einki endamál við fólkaatkvøðu

bannari
Vestmanna: Síggja einki endamál við fólkaatkvøðu
Hvørki kommunustýrið ella borgarar taka undir við at leggja kommunur saman eftir leistinum, sum landsstýrið ætlar
Vestmenningar síggja ikki endamálið við fólkaatkvøðuni, tí alt er so ógreitt
 
27.04.2012 - 11:41
Øll í kommunustýrinum mæla fólki til at siga nei á fólkaatkvøðuni, og tað sama gera tey, sum høvdu orðið á borgarafundinum í Vestmanna í gjár.
 
Fólk søgdu seg ikki síggja nakað endamál við fólkaatkvøðuni, tí fólk hava einki at taka støðu til, og landsstýrið megnar ikki at svara teimum ivaspurningum sum eru, millum annað fíggjarligu avleiðingarnar.
 
Ført varð eisini fram, at Vestmanna kommuna er før fyri at svara sínar skyldur, sum er at útbyggja kommununa, og kommunan er eisini klár at fara í samstarv við grannakommunurnar, Kvívík og Tórshavn, um umsitingarlig málsøki, gerst tað neyðugt.
 
Eingin á fundinum segði seg síggja nakran fyrimun at leggja saman við Tórshavnar kommunu, hvørki fíggjarliga ella í tænastuveiting.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628