Fámjin og Tvøroyri viðgera kommunusamanlegging

bannari
Fámjin og Tvøroyri viðgera kommunusamanlegging
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur biðið um fund við ávísar kommunur um úrslitið av fólkaatkvøðuni
Eydis Ellendersen er borgarstjóri í Fámjin. Har fara tey at viðgera spurningin um kommunusamanlegging fyrsta dagin
 
22.05.2012 - 17:13
Hvørki á Tvøroyri ella í Fámjin hava tey viðgjørt fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging. Men tað verður fyrsta dagin. Bygdarráðið í Fámjin hevur fund í næstu viku, og á Tvøroyri verður býráðsfundur fyrst í juni.
 
Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, útilokar ikki samanlegging millum Tvøroyri og Fámjin. Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjin, sigur, at tey fara at viðgera brævið frá Kára P. Højgaard á bygdarráðsfundi í næstu viku.
 
Í Fámjin vóru bara tvær atkvøður á muni millum ja og nei atkvøðurnar, tá spurt varð, um øll Suðuroyggin skal verða ein kommuna.
 
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585