Copenhagen Jazzfestival 2012

Copenhagen Jazzfestival 2012
Spældur verður úrvaldur tónleikur av skránni
Bela Fleck

01.06.2012 - 16:01

Eg havi 2 undanfarnar sendingar spælt tónleik, sum er at hoyra á jazzfestivalum í Montreux í Schweiz og Nice í Fraklandi. Og so er kanska onkur, sum spyr, um hetta nú er so øgiliga viðkomandi fyri føroyingar. Tja, hvat skal man siga - føroyingar eru allastaðni, og í míni verð er hetta ikki til fánýtis, um bert 1 føroyingur letur seg inspirera av hesum. Og um so er, er viðkomandi meir enn vælkomin til at blaka mær nakrar reglur á kringvarp.fo/turné Men endamálið við sendingini er sjálvandi at spæla góðan tónleik fyrst og fremst og annars at vísa á, hvat er at hoyra á pallunum uttanfyri bøgarðarnar. Og so er tað jú tað bonus, at talan sum oftast er um nýggjan tónleik.

Í hesi sendingini fari eg at spæla tónleik, sum verður at hoyra eitt stað, har tað við vissu koma nógvir føroyingar, nevniliga Keypmannahavn. Kongens københavn. So liggur tað ikki eftir. Og vit tosa um copenhagen jazzfestival, sum verður í døgunum 6. - 12 juli. Hesin festivalur varð hildin á fyrsta sinni í 1979 og er vorðin til ein av teimum allarstørstu við 100 spælistøðum, 1000 konsertum og 250.000 vitjandi. Sig so tað, at jazzur er smalsporaður.

Í hesi sendingini fari eg at spæla tónleik, eg sjálvur hevði tímað at farið út at hoyrt, og tá skal tað gjarna vera okkurt, sum skilur seg út onkursvegna og ikki er so main stream. Tí eyðkennið við jazzi hevur altíð verið at eksperimentera og royna nýggjar leiðir. Og Soleiðis hevur jazzsøgan jú verið.

Tann, ið fær heiðurin at spæla fyrstu konsertina á CPH jazzfestivali í ár, verður pianisturin Vijay Iyer, sum saman við sínari trio fer at spæla eina konsert á Statens Museum for kunst tann 6. juli kl 15. Vijay Iyer er føddur í 1971 í NY og vaksin upp har, sonur av indiskum tilflytarum - hevur spælt bæði klassiskt á violin, og sum pianistur gospel og jazz. Hann er útbúgvin matematikkari og hevur eina PhD í list og teknologi. Men á klaver er hann meiri ella minni sjálvlærdur. Hann hevur givið út 16 útgávur í egnum navni, og vit fara nú til útgávuna Accelerando frá í ár. Saman við Stephan Crump á kontrabassi; og Marcus Gilmore á trummum fer hann at framføra kompositiónina Optimism. Hetta er tað klassiska jazzformatið klavertrio, altso klaver, bass og trummur, sum áður er roynt óteljandi ferðir - og tað skal tí eitt ávíst dirvi og yvirskot til júst hetta formatið. Men spyrt tú meg, er tónleikurin hjá Vijay Iyer nýskapandi við skeivum taktum, ráum svingi, indiskum íblásti, endurtakandi motivum og ostinatum í eini mestsum legendariskari interaktión. Ein sjáldsama væl samansjóvað eind í bundnum formi - men við einum frískum lættleika. Og hetta er avgjørt ein virðilig byrjan til hendan jazzfestivalin.

1. Optimism - Vijay Iyer Trio - Accelerando 2012

Hetta er ein danskur festivalur, og so skulu vit sjálvandi hava danskan musikk. 15. juli er ein trio á palli í Copenhagen Jazzhouse, sum nevnir seg Phronesis. Hetta er bólkurin hjá bassistinum Jasper Høj, sum er dani men býr í London. Hann tók stig til hesa trio í 2005, og 3 fløgur eru komnar út,  tann seinna kom í ár og nevnist Walking Dark.  Afturat sær hevur jasper Højby enska bassistin Ivo Neame á bassi og Mark Guiliana á trummum, sum er kendur frá bólkinum hjá bassistinum Avishai Cohen. Hann leggur her eitt haldgott framfýsið groove, sum ikki sørt fær hendan bólkin at minna um ljóðið hjá Avishai Cohen trio.

2. Walking Dark - Phronesis - Walking Dark 2012

I Copenhagen Jazzhouse tann 6. juli kkl 21 stendur trompetisturin Ambrose Akinmusire á palli við sínum bólki. Hann er 30 ara gamal, hevur gjørt kometkarrieru í jazzhøpi, hóast hann bara hevur givið út 2 útgávur, eina í 2007 og eina í Fjør. Annars hevur hann spælt við á útgávum hjá meira kendum nøvnum sum Alan Pasqua, Vijay Iyer og Steve Coleman. Vit skulu hoyra eitt lag av fløguni frá í fjør, sum ber heitið When the Heart Emerges Glistening. Tónleikararnir sum eru við honum, eru Walter Smith á saksofon, Gerald Clayton klaver, Harish Raghavan á bassi og Justin Brown á trummum. Hetta lagið kallast The Walls of Lechuguilla. Og so kann eg leggja afturat, at Ambrose Akinmusire heilt víst fer at vera ein týdningrmikil rødd í komandi ættarliðnum av heimsjazzi.

3. The Walls of Lechuguilla - Ambrose Akinmusire - When the Heart Emerges Gistening 2011

10. juli í tí Kongaliga Sjónleikarhúsinum stendur Wayne Shorter a palli. Í jazzhøpi er hann excentriskur, ikki main stream, men kortini sentralur. Hann er kendur sum annar av frontmonnunum í bólkinum Weather Report saman við Joe Zawinul, og tað var í 70unum og 80unum. Í 60unum hevði hann eitt langt samstarv við Miles Davis, var við í aðru stóru kvintettini hjá honum og eisini á útgávunum Bitchers Brew og In a Silent Way fyrst í 70unum. Hann skrivaði nakað av tónleiki til Miles Davis, harímillum kendu kompositiónirnar Nefertiti, Footprints og ESP. Tá talan er um kompositión verður hann tikin til sum ein tann mest gjøgnuførdi komponisturin, skrivaði røddirnar út til tónleikararnar, júst so, sum hann vildi hava tað, og tað var sjaldan, at nakað var broytt. Umframt at vera síðumaður hjá ymsum hevur hann eisini givið út yvir 20 útgávur í egnum navni. Hann hevur tó ikki givið nakað út síðani útgávuna Beyond the Sound Barrier frá 2005, so tað verður av hesari, vit hoyra eitt lag. Saman við Danilo Perez á klaver, John Patitucci á bassi og Brian Blade á trummum fer hann hann her at framføra lagið Adventures Aboard the Golden Mean. Og tað er næstan hendan sama manningin, sum fer á pall í KBH 10. juli, tó uttan trummusláaran Brian Blade, sum er skiftur út við Jorge Rossy, kendur frá Brad Mehldau Trio. Útgávan er ein samling av live upptøkum, sum vórðu gjørdar á einari konsertferð, sum bólkurin var á í 2005.

4. Adventures Aboard the Golden Mean - Wayne Shorter - Beyoynd the Sound Barrier 2005

So er tað amerikanski banjospælarin Bela Fleck. Han spælir í Viften í Rødovre 11. juli. Hann er kendur fyir sítt framfýsna banjospæl, har hann blandar ymiskt saman, jazz, bluegrass, heimstónleik, og nú í seinastuni eisini afikanskan tónleik. Og eg haldi, hann prógvar við hesum seinasta, at banjo sum ljóðføri saktans kann inkorporerast í afrikanskan klangestetikk við varðveiddum musikalskum trúvirði. Á konsertini fer hann m.a. at spæla saman við Oumou Sangaré frá Mali, sum stuttligt nokk er sangari, ella sangarinna. Men tað er Bela Fleck, sum er áhugaverdur í hesum førinum, og vit spola aftur til 2010 og útgávuna Tales from the heart, sum er triðja útgávan í røðini Africa sessions. Vit skulu hoyra Bela Fleck spæla saman við einum tónleikara frá Tanzania, sum eitur Anania Ngoliga. Hesin syngur og spælir kalimba. Kalimba er ein trædós við nøkrum jarnpinnum í, sum man so spælir á við báðum tumlunum. Legg til merkis, hvussu væl hesi bæði ljóðførini klinga saman.

5. Dunia Haina Wema / Thumbs Fun - Bela Fleck - Throw Down Your Heart: Tales From the Acoustic Planet, Vol.3 - Africa Sessions 2009

Vit skulu hava danskan musikk, tá tað nú einaferð er ein danskur festivalur. 7. juli á Frederiksberg Høvuðsbókasavni stendur Mikkel Nordsø á palli. Hann er guitaristur úr Keypmannahavn, føddur í 1955, var virkin í 70unum við fleiri bólkum, og frá 1980 spældi hann við bólkinum Sneakers. Eisini spældi hann við fusiónsbólkinum Anima hjá Kenneth Knudsen. Og so hevur hann síðani miðskeiðis í 80unum havt sín egna bólk, Mikkel Nordsø Band. Á hesari konsertini er talan um eina trio, og saman við honum er Ole Theill, sum spælir her á Tablas, sum eru indiskar trummur, man spælir við fingrunum á. Afturat teimum báðum er tað Tine Rehling á harpu. Vit hoyra lagið Blue Lotus.

6. Blue Lotus - Mikkel Nordsø, Ole Theill & Tine Rehling - Lotus 2010

Vit fara aftur til dankan tónleik, tað verður Pierre Dørge og New Jungle Orch. Hesin bólkurin varð stovnaður í 1980 og spælir framvegis. Orkesturleiðari er guitaristurin Pierre Dørge.  Á konsertini tann 15. juli verður guitaristurin James Blood Ulmer solistur. Tað finst ikki nøkur upptøka við honum saman við orkestrinum enn, so vit fara til seinastu útgávuna hjá orkestrinum, sum ber heitið Sketches of India og hoyra lagið Elephants on the Road.

7. Elephants On the Road - New Jungle Orchestra - Sketches of India 2011

So er tað Anouschka Shankar. Hon spælir 8.juli í Koncerthuset við Emil Holms Kanal í KBH. Hon er dóttur kenda sitarspælaran Ravi Shankar og hálvsystur Norah Jones. Anouschka spælir, líkasum pápin, á sitara. Og so kann man siga, har er nógv at liva upp til - men eg haldi, hon megnar at hava sín egna musikalska samleika. Tað prógvar hon við hesum, vit skulu hoyra, sum er av nýggjastu útgávuni Traveller frá í ár, har hon samantvinnar indiskan musikk og flamenco. Hetta lagið ber heitið Buleria con Ricardo - eg veit ikki, hvør hesin Ricardo er - men Buleria, tað er ein formur fyri skjótt flamenco í 12 áttandapørtum. Og annars er hendan útgávan hennara fyrsta hjá plátufelagnum Deutche Grammofon. Við hesum takki eg fyri meg,sendingin verður aftur í næstu viku somu tíð. Og so kann eg leggja afturat, at til ber at fara inn á jazz.dk at síggja skránna fyri copenhagen jazzfestival. Bei bei.

8. Buleria con Ricardo - Anoushka Shankar - Buleria Con Ricardo - Traveller 2012

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887