Tekur undir við straffitiltøkum móti føroyingum

Tekur undir við straffitiltøkum móti føroyingum
Fiskivinnunevndin hjá ES tekur undir við at geva ES-nevndini heimild til at seta forboð móti at innflyta fisk, sum ikki verður fiskaður burðardygt
Fiskivinnunevndin hjá ES tók mikudagin einmælt undir við at geva ES-nevndini heimild til at seta forboð móti at innflyta fisk, sum sambært ES ikki verður fiskaður burðardygt, og fisk, sum fæst sum hjáveiða ella á annan hátt hevur tilknýti

15.07.2012 - 17:29

Fiskivinnunevndin hjá ES tók mikudagin einmælt undir við at geva ES-nevndini heimild til at seta forboð móti at innflyta fisk, sum sambært ES ikki verður fiskaður burðardygt, og fisk, sum fæst sum hjáveiða ella á annan hátt hevur tilknýti til fiskin, sum forboð verður sett móti at innflyta til ES.

Talan er um fisk yvirhøvur, sum ES metir er ovfiskaður, men tað er einki loyndarmál, at føroyski og íslendski makrelfiskiskapurin er orsøkin til, at ES vil hava heimildina.

Heimildin at seta í verk handilsforðingar er ætlað at fáa føroyingar og íslendingar at bakka fyri ES og Norra í makrelstríðnum.

Ivi hevur verið um, hvat orðini "associated species" stóðu fyri. Nú er greitt, at talan er um allan fisk í somu vistfrøðiskipan sum til dømis makrelur, sum makrelur livur av ella fiskur, sum livir av makreli, og fiskur, sum kappast makrelin um føði og pláss, í stuttum merkir "associated species" til dømis allur fiskur í føroyskum sjógvi, tá talan er um makrel.

Sambært tíðindaskrivi frá ES eftir fundin hjá fiskivinnunevndini mikudagin, mælir fiskivinnunevndin til at víðka forðingarnar til eisini at umfata havnastongsul og skipasølur, um innflutningsbannið ikki virkar.

Londini, sum ætlanin er at brúka tiltøkini móti, fáa ein mánað at svara frá tí, tiltøkini verða fráboðað til tey verða sett í verk, sigur fiskivinnunevndin.

Seinasta orðið er tó ikki sagt enn í ES, tí bæði ES tingið og ES ráðið skulu eisini samtykkja málið. Tær atkvøðugreiðslurnar vera í september.

Tað er serliga Írland, sum herjar á í makrelstríðum. Nú halda írar, at ES og Norra eiga at taka aftur tilboðið til Ísland og Føroyar um ávíkavist 7,5 og 8 prosent av makrelkvotuni. Føroyska kravið er minst 15 prosent. Føroyska kvotan í ár er tó 23 prosent.

ESráðið hevur fund í morgin, og fer tá at viðgera makrelstríðið. Í einum uppriti hjá írsku sendinevndini, sum fer á fundin í morgin, verður sagt, at nú er ikki longur so nógvur makrelur í íslendskum sjógvi, tí er tilboðið um 7,5 prosent av stórt.

Írska stjórnin vil eisini hava Norra at hótta Føroyar og Ísland við somu tiltøkum sum ES nú fyrireikar og harafturat leggja politiskt trýst á Føroyar og Ísland.

Audun Maråk í Fiskebåtsredernes Forbund tekur fult undir við írsku sjónarmiðunum.

Seinastu trý árini hava ES, Norra, Føroyar og Ísland havt 13 úrslitaleys samráðingarumfør um makrelin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585