Kommunurnar hava javnvág í ár

bannari
Kommunurnar hava javnvág í ár
Kommunurnar hava verið skjótar at laga seg til afturgongdina í búskapinum, sigur Landsbankin
Kommunurnar hava dugað at laga seg til afturgongdina í búskapinum, og í ár verður javnvág, væntar Landsbankin.
 
27.08.2012 - 09:48
Meiri skattur enn væntað ger, at kommunurnar fara at hava javnvág í ár í staðin fyri, sum væntað, 74 milliónir krónur í halli.
 
Landsbankin sigur, at kommunurnar í ár brúka 3,2 prosent meira til rakstur enn í fjør og næstan 12 prosent meira til íløgur. Landsbankin hevur í sínari framrokning ásett vøksturin næsta ár at verða tann sami sum prísvøksturin, hálvt annað prosent.
 
Kommunurnar vóru skjótar at laga seg eftir afturgongdini í búskapinum, sum byrjaði í 2008. Tað árið, 2008, høvdu kommunurnar 346 mió. kr. í halli. Men longu tvey ár seinni, í 2010, høvdu tær 24 milliónir í avlopi og 29 milliónir í fjør.
 
Í ár varð roknað við 74 milliónum í halli, men økti kommunuskatturin ger, at kommunurnar helst fara at hava javnvág í ár, sigur Landsbankin.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691