Nólsoyingar vilja hava Ternuna aftur alt fyri eitt

Nólsoyingar vilja hava Ternuna aftur alt fyri eitt
Tórshavnar kommuna hevur kært um nólsoyarsiglingina. Silja Star og Froyur nøkta ikki tørvin
Ternan røkir siglingina um Skopunarfjørð fyri Teistan, sum er á sleipistøð. Men nólsoyingar vilja hava Ternuna aftur í sigling alt fyri eitt.

27.09.2012 - 11:15

Siglingin um Nólsoyarfjørð riggar so illa, at Tórshavnar Kommuna nú kærir til Strandferðsluna og landsstýrismannin.

Ternan varð herfyri tikin úr siglingini millum Nólsoy og Havnina, og siglir nú um Skopunarfjørð, til Teistin kemur aftur av sleipistøð seinast í oktober mánaði. Í løtuni sigla rundferðarbátarnir, Silja Star og Froyur, um Nólsoyarfjørð.

- Aldan kann verða stór í Nólsoyarfirði um veturin, og fólk kenna seg ikki trygg at ferðast við so smáum bátum í ringum veðri, sigur kommunan í kæruni.

Haraftrat taka bátarnir bara 48 fólk í senn. Hetta er ov lítið til verandi tørv.

- Tá serlig tiltøk eru í Nólsoy, má báturin sigla fleiri ferðir. Tað er sera óheppið, tí fólk vita ikki, nær tey sleppa til Havnar um morgunin, sigur kommunan.

Ikki egnaðir til farm

Bátarnir eru ikki egnaðir til fraktflutning. Tí hevur Strandferðslan sett Sam at sigla við farmi tvær ferðir um vikuna. Hetta er alt ov lítið og ógvuliga óheppið fyri handilin, ið ikki fær vøru til tíðina. Haraftrat hava nólsoyingar eisini tørv á ruskbilum, oljubilum og øðrum.

Herfyri var sera pínlig hending í Nólsoy, tá líkbilurin ikki slapp í land til eina jarðarferð, sigur kommunan.

- Er tænastan hjá Strandferðsluni ikki nóg góð, so er væntandi, at tað gongst Nólsoynni, sum tað hevur gingist øðrum útoyggjum, at fólk flyta og bygdin doyr spakuliga út. Strandferðslan eigur eisini at hava í huga, at valla er nøkur onnur farleið, sum hevur so nógvar fastar pendlarar, sigur Tórshavnar kommuna, sum biður um at fáa Ternuna aftur í sigling, ella at hóskandi avloysaraskip verður funnið beinan vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858