Kommunuval 2012: 35.488 fólk hava valrætt

bannari
Kommunuval 2012: 35.488 fólk hava valrætt
Teir 35.488 veljararnir skulu velja tilsamans 204 kommunustýrislimir at manna bý- og bygdarráðini í tíðarskeiðinum frá 1. jan. 2013 til 31. des 2016
35.488 fólk í Føroyum hava valrætt til kommunuval 2012
 
13.11.2012 - 07:11
Størsta valstaðið er í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har 11.722 veljarar hava møguleika at greiða atkvøðu. Minsta valstaðið er í Mykinesi, har 12 veljarar kunnu greiða atkvøðu. Mykines hoyrir til Sørvágs kommunu.
 
Minsta sjálvstøðuga kommuna er Fugloyar kommuna. Har eru 36 veljarar - 22 á Kirkju og 14 í Hattarvík. Í Fugloy skulu trý fólk veljast í kommunustýrið. Tríggjar aðrar kommunur eru so smáar, at tær einans hava trý fólk í bygdaráðnum. Tað eru Húsa, Skúvoyar og Fámjins kommunur.
 
Atkvøðustøðini lata upp klokkan 10 og atkvøðugreiðslan heldur fram til klokkan 8 í kvøld, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Samstundis við kommunuvalið er eisini val til skúlastýrini. Her er tað bara foreldur ella verjar hjá børnum í skúlunum, sum hava valrætt.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652