Bara fýra av 30 valdu kvinnu oftast

bannari
Bara fýra av 30 valdu kvinnu oftast
Kommunupolitikkarin sum fólk velja oftast er ein maður, og úrslitið av valinum ígjár vísir eisini at bert fýra kommunur hava kvinnu ovast
Gunvá við Keldu var ein av fýra kvinnum sum fekk flest atkvøður í egnari kommunu. Heðin Mortensen fekk nógv flest atkvøður í Tórshavn, og ongin annar í landinum fekk nærnámindi líka nógvar atkvøður.
 
14.11.2012 - 12:27
Heðin Mortensen gjørdist tann størsti atkvøðuslúkurin av øllum. Hann er ein maður og hann er ein royndur politikkari. Ikki er óhugsandi at fólk hava nøkulunda somu mynd av hvør tað er sum er best til at umboða seg í bý- og bygdaráðum.
 
Hyggja vit eftir hvørji valevnir sum fingu flest atkvøður í teimum einstøku kommununum, so eru tað menn sum trúna ovast í 26 av 30 kommunum.
 
Tað eru bert í Klaksvík, Hvannasundi, Fámjin og í Fugloy at ein kvinna hevur fingið flest atkvøður. Størsti kvinnuligi atkvøðuslúkurin, tá hædd verður tikið fyri stødd á kommununi, er Katrin M. Næs í Hvannasundi, sum fekk 71 atkvøður, meðan næstur henni i Hvannasundi fekk 40 atkvøður.
 
Í Tórshavn fekk Marin Katrina Frýdal 415 atkvøður, og er tí tann kvinnan við flest persónligum atkvøðum í landinum, men í høvuðsstaðnum fingu bæði Jógvan Arge og Heðin Mortensen fleiri atkvøður enn Frýdal.
 
Valevnini sum fingu flest atkvøður í síni kommunu:

Kvinnur:

1. Gunvá við Keldu, Klaksvík, 302 atkvøður

2. Katrin M. Næs, Hvannasund, 71 atkvøður

3. Eyðdis Ellendersen, Fámjin, 18 atkvøður

4. Amalia í Frammistovu, Fugloy, 8 atkvøður

Menn:

1. Heðin Mortensen, Tórshavn, 2637 atkvøður

2. Magnus Rasmussen, Runavík, 348 atkvøður

3. Kristin Michelsen, Tvøroyri, 239 atkvøður

4. Heðin S. Zachariasen, Sunda kommuna, 176 atkvøður

5. Pauli T. Petersen, Vestmanna,140 atkvøður

6. Jóhan Christiansen, Eystur kommuna, 133 atkvøður

7. Sune Jacobsen, Sørvágur, 133 atkvøður

8. Dánjal Vang, Fuglafjørður, 121 atkvøður

9. Artur Johansen, Sjóvar kommuna, 102 atkvøður

10. Albert Ó. Ellefsen, Vága kommuna, 101 atkvøður

11. Jóhannus Danielsen, Nes, 96 atkvøður

12. Gerhard Lognberg, Skopun, 76 atkvøður

13. Dennis Holm, Vágur, 73 atkvøður

14. Páll á Reynatúgvu, Sandur, 68 atkvøður

15. Rólant Poulsen, Eiði, 66 atkvøður

16. Eyðbjørn Thomsen, Sumba, 65 atkvøður

17. Dánjal Petur Muller, Kvívík, 64 atkvøður

18. Trúgvi Gudmundarson, Hvalba, 58 atkvøður

19. Mikkjal Sørensen, Porkeri, 56 atkvøður

20. Jógvan Heinesen, Viðareiði, 32 atkvøður

21. Delmar Tausen, Hov, 25 atkvøður

22. Linjohn Christiansen, Skálavík, 26 atkvøður

23. Jákup Martin Sørensen, Húsavík, 19 atkvøður

24. Harry Jensen, Skúvoy, 16 atkvøður

25. Heini O. Heinesen, Kunoy, 16 atkvøður

26. Magni P. Garðalíð, Húsar, 12 atkvøður

Valúrslitið: Fyri at síggja endaligu úrslitini í tí einstøku kommununi, so kann tað síggjast á hesum yvirlitinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584