Artur heldur fram sum borgarstjóri

bannari
Artur heldur fram sum borgarstjóri
Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu, og Katrin Næs heldur fram sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu
Artur Johansen fær fýra ár afturat sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu.
 
16.11.2012 - 11:45
Artur Johansen heldur fram sum borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og Pole J. Hansen heldur fram sum varaborgarstjóri.
 
Nývalda kommunustýrið í Sjóvar kommunu skipaði seg í gjárkvøldið. 
 
Lisa Frederiksberg verður forkvinna í trivnaðarnevndini, Pól Jákup Poulsen verður formaður í teknisku nevnd, og Jens Kristian Rasmussen verður formaður í vinnunevndini. 
 
Jóhan heldur fram í Eysturkommunu
 
Jóhan Christiansen heldur fram sum borgarstjóri í Eysturkommunu. 
 
Nývalda býráðið í Eysturkommunu hevur gjørt semju um at skipa eitt breitt samstarv uttan samgongu og andstøðu næsta valskeið, og at Jóhan Christiansen verður borgarstjóri.
 
Katrin heldur fram í Hvannasundi
 
Katrin Næs heldur fram sum borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.
 
Nývalda bygdarráðið hevði fund í gjárkvøldið, og samtykti einmælt, at Katrin Næs eisini verður borgarstjóri næstu fýra árini. Jákup Martin Poulsen verður varaborgarstjóri.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819