Uppskriftir: Spískamarið í Borðoy

Uppskriftir: Spískamarið í Borðoy
Her eru uppskriftirnar upp á matin, ið varð gjørdur, tá Spískamarið varð tikið upp í Borðoy
Her eru uppskriftirnar upp á matin, ið varð gjørdur, tá Spískamarið varð tikið upp í Borðoy
 
28.11.2012 - 10:00
Skaffa hetta
 
  • 2 kg rugmjøl
  • 2,5 kg hveiti
  • 1 pk natron
  • 2 tsk bakipulvur
  • 3 l vatn (flótt)
     
Knoða alt væl saman. Rulla drýlin í "pylsur", sum hvør vigar 900 g og gevur uml. 8-9 stk. Tá teir eru slignir upp, skulu teir standa í 1 tíma, áðrenn teir verða settir inn í ovnin at baka á 200 stigum í umleið 45 min.
 
Akkurát ein hálvleikur, so tú kanst bjóða drýlin í hálvleikinum, ella til teir eru 96 stig innaní, um tú ert so framkomin, at tú nýtir hitamátara.

Rabarbudrýlurin
 
Sama mannagongd sum við drýlinum hjá Jórun, men heldur enn at nýta natron, bakipulvur og vatn, lati eg ølger og rabarbuøl í . Tey plaga at siga, at bakstur er "rocketscience" - alt skal verða mált til milligrammið, men í hesum føri er bara at royna seg fram.
 
Dugir tú at gera vanligan drýl, so meistrar tú skjótt rabarbudrýlin. Og hví ikki royna okkurt heilt triðja? Tað vil siga:
 
  • Hveitimjøl
  • Ølger
  • Rabarbuøl
  • Salt
  • Sukur
 
Vend øllum saman og knoða væl. Sker í smærri bollar og snerk teir á turrari pannu. Baka við 200 stig í einar 18 min. Sker drýlarnar í hóskandi stykki, tá ið teir eru kólnaðir.
 
Vend í olju og snerk á grillini ella á eini pannu. So er drýlurin klárur til restina av rávørunum (og nei, drýlurin verður ikki ljósareyður - tíverri). 
 

Súltaðar rabarbur
 
  • 1 Ydun rabarbuøl
  • 4 spsk. hunang
  • rabarbur
 
Lat rabarbuølina og hunangin í eina grýtu og kóka lakan niður í helvt. Sker hagreiddu rabarburnar í stykki (minst til at nýta smidligar og stívar rabarbur).
 
Legg rabarburnar í heita lakan og set til síðis við loki á, so tær kunnu súgva allan tann góða lakan í seg. Legg rabarburnar (eini trý stk.) niðast á drýlin.  

Jomfrúhummari
 
Sker jomfrúhummaran í helvt. Tak tarmin úr. Pensla við olju og salti. Grilla á báðum síðum í einar 3 min. Tak úr skeljunum.
 
Legg upp: Fyrst drýl, so rabarburnar og jomfrúhummaran. Brenn skinkuna og legg upp  saman við vatnkarsa og rivnum osti. So lætt og so gott.
 
Vælgagnist!
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585