30 fáa starvsløn

30 fáa starvsløn
30 listafólk hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, tvey í eitt ár og fýra í hálvt ár, hini í styttri tíðarskeið
Hanni Bjartalíð er eitt av listafólkunum sum hevur fingið starvsløn.
 
22.02.2013 - 13:16
Sissal Kampmann og Hanni Julius Bjartalíð hava fingið starvsløn í eitt ár, og Bárður Eklund, Lena Anderssen, Sakaris Fríði Stórá og Tróndur Patursson í hálvt ár.
 
Nevndin í Mentanargrunninum avgjørdi at eingin trý ára starvsløn skuldi latast í ár. Orsøkin er, at so nógvar góðar umsóknir, har søkt var um starvsløn í styttri tíðarskeið, komu í ár. Av tí at nevndin hevur gjørt av at játta fleiri av hesum umsøkjarum starvsløn, var ikki rúm fyri at játta eina trý ára starvsløn í ár.
 
Umframt tey seks, sum fingu eitt árs ella hálvt árs starvsløn, hava 24 umsøkjarar fingið starvsløn styttri tíðarskeið. 102 mánaðarlønir fyri góðar 2,5 milliónir krónur eru latnar til listaligt og mentanarligt arbeiði í hesum umfarinum. Starvslønin er 24.500 kr. um mánaðin.
 
94 umsøkjarar søktu um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur, 64 fingu noktandi svar. Íverksetanarstudningur varð latin tveimum umsøkjarum, 150.000 kr. tilsamans. Átta umsóknir vóru um íverksetanarstudning.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652