Forsætisráðharrin í Koltri

Forsætisráðharrin í Koltri
Donsku forsætisráðharrahjúnini komu í Vágar um tvey tíðina seinnapartin, og síðani hava tey verið í Koltri
Forsætisráðharrahjúnini komu til Føroya seinnapartin, og síðani hava tey verið í Koltri
 
18.06.2013 - 16:51

Helle Thorning- Schmidt, forsætisráðharri, og maður hennara, Steven Kinnock, eru komin til Føroya á almenna vitjan.

Tá rutuflogfarið úr Keypmannahavn setti seg í Vágum um tvey tíðina, tóku Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og kona hansara, Jórun Johannesen, ímóti.

Úr Vágum varð farið við tyrlu í Koltur, har forsætisráðharrahjúnini hava verið seinnapartin. Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðastovuni og fyrrverandi bóndi í Koltri, tók ímóti og vísir teimum oynna.

Í løtuni verður ein biti etin í Koltri. Í kvøld verður døgurði etin  í Kirkjubø, har Jóannes Patursson, bóndi, tekur ímóti.

Til Klaksvíkar
 
Í morgin hittir Helle Thorning-Schmidt lesandi á Fróðskaparsetrinum, og seinnapartin verður farið til Klaksvíkar, har vitjað verður í Christianskirkjuni og hjá reiðarínum P.f. Christian í Grótinum. Kristian Martin Rasmussen, reiðari, og Pól Huus Sólstein, sølustjóri, fara at greiða frá virksemi felagsins.
 
Hósdagin hittir forsætisráðharrin løgtingið og løgmann, og um middagsleitið verður tíðindafundur.
 
Forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmarkar seinnapartin hósdagin. 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 9. juni
Veðrið
209493
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359