- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mælir til samráðingar um allan uppsjóvarfisk

Jákup Mikkelsen, formaður í uttanlandsnevndini, mælir til, at samráðingar verða tiknar upp av nýggjum um allan uppsjóvarfisk í Norðurhøvum, og at fiskifrøðingar og aðrir serfrøðingar meta um, hvussu nógv hvørt land hevur rætt til at fiska.

Jákup Mikkelsen sigur við Dimmalætting, at verða tiltøk sett í verk móti Føroyum, fær tað álvarsligar avleiðingar. Hann heldur, at svarið, sum landsstýrið hevur sent ES, er skilagott, men svarið kemur ov seint, sigur formaðurin í uttanlandsnvendini.

Áttu at verið meiri virkin

- Vit áttu fyri langari tíð síðani verið meiri virkin í samráðingunum. So høvu vit neyvan livað undir hóttanini um boykott nú, sigur Jákup Mikkelsen við Dimmalætting.

Hann skjýtur upp, at øll londini fara undir samráðingar um uppsjóvarfiskin. Fiskifrøðingarnir skulu áseta, hvussu stór mest loyvda veiða skal verða, og síðani skulu teir gera eina meting, sum byggir á eitt nú ferðingarmynstur, og hvussu stóran part hvørt einstakt land kann sleppa at fiska.

- Sjálvandi skulu politiskar samráðingar eisini verða, har tað endaliga verður avtalað, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini.

Jákup Mikkelsen mælir til, at tað skal bera til at fiska uppsjóvarfiskin alla staðni, so hann kann fiskast, tá ið tað loysir seg best.