- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russland letur Sýrialandi enn fleiri vápn
Russland letur Sýrialandi enn fleiri vápn
Stjórnin hjá Assad er lóglig, og so leingi vit hava vápnasáttmálar við Sýrialand, halda vit teir, sigur Putin, forseti

Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur verið mestsum avbyrgdur á G8-toppfundinum í Norðurírlandi.
19.06.2013 - 12:30
Hóast øll G8-londini í gjár samdust um at virka fyri, at Sýrialand fær eina skiftisstjórn, er Russland til reiðar at senda stjórnarherinum hjá Assad, forseta, enn fleiri vápn.
At Russland letur Sýrialandi vápn, hevur elvt til vreiði á G8-toppfundinum í Norðurírlandi, og Vladimir Putin, forseti, hevur verið mestsum avbyrgdur á fundinum.
Hvat skal henda við Assad?
Hóast teir átta ríkis- og stjórnarleiðararnir samdust um eina avtalu, sum hevur til endamáls at skipa ein skiftisstjórn, so eru teir framvegis ósamdir um, hvørja lagnu forseti, Assad, skal fáa.
- Vit lata einum lógligum stýri í Sýrialandi vápn sambært einum løgfrøðiligum sáttmála. Stjórnin hjá Assad er lóglig, og so leingi vit hava slíkar sáttmálar, ætla vit okkum at halda teir, sigur Vladimir Putin, forseti.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450


























