- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skriva undir Skálafjarðartunnilin 27. juni

Kortini verða hildin tætt at kroppinum, nú Innlendismálaráðið arbeiðir við at gera avtalu við eitt útlendskt felag um at fáa einkarætt at byggja og reka Skálafjarðartunnilin.

Fjølmiðlarnir - og harvið almenningurin - fáa ikki alment innlit í samráðingarar. Heldur ikki samgongan ella løgtingið fáa nakað at vita.

Tey einastu, sum fáa nakað at vita, eru tey, sum sita í landsstýrinum. Landsstýrið er vorðið kunnað um samráðingarnar á tveimum fundum, og tað fær eina kunning aftrat, áðrenn sáttmálin verður sundirskrivaður, sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður við Kringvarpið.

Og ongin annar fer at fáa nakað at vita, áðrenn sáttmálin við útlendska felagið verður undirskrivaður. og tað verður hann tann 27. juni, váttar Kári P. Højgaard.

Hann sigur, at kunningin til almenningin verður samstundis sum sáttmálin verður undirskrivaður. Tá verður ein kunningarfundur um sáttmálan.

Einkarrættur í 50 ár

Enn er ógreitt, hvat stendur í sáttmálanum. Keldur vilja vera við, at felagið, sum fer at gera Skálafjarðartunnilin, fer at hava einkarætt í 50 ár at reka tunnilin, men hetta vil landsstýrismaðurin ikki gera viðmerkingar til.

Kári P. Højgaard vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið um málið. Hann sigur, at tað er ein avtala við útlendska felagið, at onki skal leka út um samráðingarnar, fyrr enn avtalan er undirskrivað.

-Tað er ongin logikkur í at skapa órógv, sigur hann, tá Kringvarpið spyr, hví almenningurin og løgtingið ikki fáa innlit í samráðingarnar.

Hevur rætt at gera avtaluna

Kári P. Højgaard heldur fast um, at hann hevur rætt til at gera eina avtalu um at byggja og reka tunnilin uttan at løgtingið skal góðkenna avtaluna og innihaldið. Hann vísir til lógina um einnkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð frá 2010.

Eftir ætlan skal vera koyrandi gjøgnum Skálafjarðartunnilin í 2018.

Andstøðan setur spurnartekn við samráðingarnar. Formenninir í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava sett landsstýrismanninum ein grein 52 spurning, har teir millum annað spyrja um treytirnar í sáttmálanum, og hvussu langt samráðingarnar eru komnar.

Freistin at svara er tann 28. juni. Altso dagin eftir at sáttmálin er undirskrivaður. Og landsstýrismaðurin sigur, at kunningin verður samstundis sum sáttmálin verður undirskrivaður.