- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnumálaráðið viðger hvør eigur Marine Harvest

Hóast Vinnumálaráðið longu tann 9.mai boðaði Marine Harvest frá, at móðurfelagið í Norra ikki kundi keypa øll partabrøvini í dótturfelagnum í Føroyum, er málið framvegis til viðgerðar í Vinnumálaráðnum.

Tí Vinnumálaráðið skal nú avgera, um til ber at geva undantaksloyvi, so Marine Harvest í Bergen kann eiga eitt alifelag í Føroyum 100 prosent, hóast hámarkið í lógini nú er 20 prosent. Marine Harvest átti 73 prosent, áðrenn lógin varð broytt, so tað er í lagi.

Men tey 27 prosentini koma upp í leikin, eftir at lógin er broytt.

Bæði siga seg eiga

Bæði Bakkafrost og Marine Harvest siga seg hava keypt 27 prosent av Marine Harvest Faroes frá íløgufelagnum hjá Eik Banka, Notio. Bakkafrost keypti fyrst, men so brúkti Marine Harvest í Norra sín forkeypsrætt, sum er í partaeigarasáttmála frá 2004.

Og 2.mai fær Vinnumálaráðið fráboðan um broyting í ognarviðurskiftunum í P/F Marine Harvest Faroes. P/F Marine Harvest Faroes boðar frá, at P/F Notio Framtaksfelag hevur selt síni 27,07% av partabrøvunum í P/F Marine Harvest Faroes til Marine Harvest ASA, Bergen, fyri 54 mió. kr.

Bakkafrost keypti eisini fyri 54 mió. kr.

Ikki heimild

Men Vinnumálaráðið svaraði eina viku seinni, 9.mai, at heimild er ikki í alilógini fyri handlinum hjá Marine Harvest. Ikki eftir teirri lógargreinini, sum víst verður til í fráboðanini. Marine Harvest góðtók ikki svarið og vísti nú á undantaksregluna í lógini.

Og tann møguleikin, undantakið, er nú til viðgerðar í Vinnumálaráðnum, sigur Sørin Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í ráðnum.

Avhenda partabrøvini

Hin møguleikin er, at Marine Harvest í Norra fær freist at avhenda partabrøvini, sum felagið hevur keypt. Vinnumálráðið hevur ikki ógildað forkeypsrættin og partabrævahandilin hjá Marine Harvest.

Um forkeypsrætturin og partabrævahandilin kunnu gerast til einkis, hevur Vinnumálaraðið ikki viðgjørt ella tikið støðu til, stendur í einum telduposti 22.mai frá Sørini Pram Sørensen til Marine Harvest.

Undantaksreglan kann brúkast, um avtalan um partabrævakeyp er gjørd fyri 9.august í fjør, tá 20 prosent markið kom í gildi, og tað verður mett at hava alstóran fíggjarligan týdning fyri viðkomandi, at undantak verður givið.

Bakkafrost ger vart við seg

Bakkafrost hevur eisini gjørt vart við seg í Vinnumálaráðnum. Advokaturin hjá felagnum sigur í brævi, at alilógin er brotin. Bæði Notio og Marine Harvest vistu, at ikki bar til at gera forkeypsrættin galdandi. Men kortini keypti Marine Harvest partabrøvini.

Um hetta ber til, kunnu útlendingar ogna sær størri part í Bakkafrosti, stendur í brævinum til Vinnumálaráðið. Sagt við øðrum orðum, so kann lógarbroytingin, sum skuldi forða útlendingum í at leggjast á føroysku alivinnuna, vísa seg at vera nyttuleys.