- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrverandi SAS-stjóri í nevndina fyri Atlantic

Ein fyrrverandi SAS-maður er komin í nevndina hjá Atlantic Airways.

Danski vinnulívsmaðurin Søren Jespersen varð í gjár valdur í nevndina í føroyska flogfelagnum. Søren Jespersen er forstjóri í skipafelagnum Mols-Linien.

Hann hevur eisini havt stjórastørv í SAS og DFDS, og hann hevur verið í nógvum nevndum, eisini sum formaður, í donskum og øðrum partafeløgum.

Jens Wittrup Willumsen givin

Atlantic Airways hevði eykaaðalfund í gjár at velja nevndarlim fyri Jens Wittrup Willumsen, sum kom í nevndina í 2009. Hann er nú nevndarformaður í Grønlandsfly, og helt tað ikki longur vera hóskandi at vera í báðum nevndunum.

Jens Wittrup Willumsen fór tí úr nevndini hjá Atlantic Airways á aðalfundinum 8.mars.