- Tíðindi, mentan og ítróttur
Húsarhaldini keypa meira
Húsarhaldini keypa meira
Nýggj hagtøl vísa, at til 1. mai hava vit innflutt fyri 417 mió. kr. beinleiðis til húsarhaldsnýtslu

Vit keypa meiri av húsarhaldsvørum, vísa nýggjastu innflutningstølini.
20.06.2013 - 09:15
Húsarhaldini keypa meira, men vinnan eigur minni part í innflutninginum í ár enn í fjør.
Sambært tølunum, sum Hagstovan kunngjørdi týsdagin, varð innflutt fyri 417 milliónir krónur til beinleiðis húsarhaldsnýtslu til 1.mai í ár. Tað eru góðar 20 milliónir meira enn í fjør.
Tilfar til byggivinnuna kostaði 117 milliónir, júst tað sama sum í fjør. Men tilfar til annan ídnað er innflutt fyri 313 milliónir, sum eru 37 milliónir minni enn í fjør. Maskinur og amboð eru innflutt fyri 132 milliónir, sum eru níggju milliónir minni enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Vísindavøka '25 - Elsa Fróðadóttir Helmsdal, Heilsugranskingareindini - teknmálstulkað
209450


























