Tíðindafundurin við Helle beinleiðis í Útvarpinum

Tíðindafundurin við Helle beinleiðis í Útvarpinum
Forsætisráðharrin situr í løtuni á fundi við løgmann um m.a. ES-revsitiltøkini í sildamálinum
Almenna vitjanin hjá Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, endar seinnapartin, tá leiðin gongur aftur til Keypmannahavnar.
 
20.06.2013 - 11:03

Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, hitti í morgun løgtingið, og hon er í løtuni á fundi við løgmann í Tinganesi.  Tey tosa m.a. um ES-revsitiltøkini í sildamálinum, Arktiska ráðið, og kunnað verður um búskaparligu støðuna.

Klokkan 11.30 hava Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, felags tíðindafund í Tinganesi.
 
Útvarpið sendir beinleiðis frá tíðindafundinum.
 
Í Degi&Viku í kvøld hevur Høgni í Jákupsstovu samrøðu við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra. 
 
Donsku forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmarkar seinnapartin
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458
Mánadag 8. juni
RagnarRokk: Baz Nicholls um Destructor
209095
Mánadag 8. juni
Morgunlestur mánadagur 8.juni 2026
209280
Nýggjastu sendingar í SV