Framsýning hjá Lions stuðlar Beranum

23.07.2013 - 14:00
AktueltSamfelag
Framsýning hjá Lions stuðlar Beranum
Ágóðin av árligu ólavsøkuframsýningini hjá Lions Club Tórshavn fer hesaferð til Beran, sum við sjálvhjálparbólkum hjálpir børnum og ungum, ið hava mist foreldur ella systkin
Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club stuðlar í ár Beranum.
 

Fjúrtanda árið á rað skipar Lions Club Tórshavn fyri stórari listaframsýning á ólavsøku, og hesa ferð fara 46 listafólk at sýna fram eini 130 listaverk í Müllers Pakkhúsi Müllers Pakkhús hevur flestu árini verið karmur um framsýningina, ið plagar at vera væl vitjað

Ágóðin til Beran
Í ár fer ágóðin til Beran, sum hevur til endamáls at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og ella systkin við deyða, eitt forum, har tey kunnu møtast og práta við javnlík. Hetta arbeiði verður gjørt við sjálvhjálparbólkum, sum skulu virka fyri, at børnini og tey ungu, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina yvir mist foreldur ella systkin.

Serligur vinningur
Eins og undanfarin ár umboðar framsýningin myndlist í orðsins breiðasta týdningi, tí við á framsýningini eru bæði olju- og akrylmálningar, umframt vatnlitsmyndir, tekningar av ymsum slagi og standmyndir. Hartil er breiddin í skaranum av listafólkum eisini stór, tí talan er bæði um kend og minni kend listafólk.

Í sambandi við framsýningina verður seldur ein lutaseðil, har vinningurin er ein málningur eftir Kára Svensson. Sum nakað nýtt er tað Eik Banki, ið hevur stuðlað vinningin, ið hevur eitt virði á umleið 22.000 krónur.

Ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn letur upp í Müllers Pakkhúsi fríggjadagin 26. juli klokkan 16.00 og er opin alla ólavsøkuna.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Meg minnist: Disa Christiansen (2:2)
103331
Sunnudag 19. januar
Minnismyndir: Maria Mohr (1:2)
102910
Leygardag 18. januar
Á Quiztinum: 1. innleiðandi umfar
103535
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. januar
Møti
103557
Sunnudag 19. januar
Andaktin
103556
Fríggjadag 17. januar
Hyggjuráðið
103513