Marine Harvest: Føroyski parturin meiri burturúr

Marine Harvest: Føroyski parturin meiri burturúr
Annan ársfjórðing fekk føroyski parturin í alifyritøkurin góðar 16 krónur fyri kilo, men í norska partinum var úrslitið millum átta og 14 krónur
Tað gongur væl hjá føroyska partinum av norsku alifyritøkuni Marine Harvest
 
22.08.2013 - 16:59

Føroyskir alarar fáa meiri burtur úr enn teir norsku. Hetta var enn einaferð staðfest, tá norska alifyritøkan Marine Harvest í gjár kunngjørdi sín hálvársroknskap.

Uppgerðin hjá heimsins størstu alifyritøku vísir, at føroyski parturin av fyritøkuni hevði bestu úrtøkuna.

16 krónur kilo

Annan ársfjórðing fekk Marine Hervest Faroes 16,41 norskar krónur fyri hvørt kilo av aldum laksi. Hetta er næstan tvær krónur meira fyri kilo enn tann parturin av alifyritøkuni, sum hevði næst bestu úrtøku, nevniliga Kanada, ið fekk 14,55 norskar krónur fyri kilo.

Í norska partinum av Marine Harvest var úrslitið millum 7,94 og 14,37 krónur fyri kilo, alt eftir hvar í landinum fiskurin er framleiddur.

Besta ársfjórðingsúrslitið

Marine Harvest samtakið legði í gjár fram besta ársfjórðings-úrslitið nakrantíð. 79.438 tons vórðu tikiðð, og úrslitið 627 milliónir norskar krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819