Fíggjarnevnd ávarar um leiðsluløg í Almannaverkinum

Fíggjarnevnd ávarar um leiðsluløg í Almannaverkinum
Nevndin heldur tað ikki vera rætt, at landið rindar fyri at reka røktarheim í langa tíð, áðrenn búfólk eru flutt inn
 
12.09.2013 - 08:01

Fíggjarnevndin ávarar landsstýriskvinnuna í almannamálum um, at nevndin fer at viðgera nógvu leiðsluløgini í eldrarøktini, tá nevndin fær fíggjarlógina fyri 2014. Fíggjarnevndin minnir landsstýriskvinnuna á orðaskiftið, sum tíðum hevur verið um tey nógvu leiðsluløgini í eldraøkinum.

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan eigur at fyrireika seg til, at hetta fer nevndin at taka upp í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina. Tað skrivar ein samd nevnd í álitinum um eykajáttanarlógina, har landsstýrið biður um fleiri pengar til eldraøkið og til bøndur, so teir fáa ráð til at hoyggja.

Ivast í ættleiðingarstuðlinum

Fíggjarnevndin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Men tað ger nevndin ikki uttan viðmerkingar. Fíggjarnevndin heldur, at landsstýriskvinnan eigur at kanna, um ættleiðingarstuðulin er tann rætti. Pengar skulu, sambært lógaruppskotinum, flytast frá ættleiðingarstuðli til eldrarøktina.

Fíggjarnevndin heldur tað ikki vera rætt, at landið rindar fyri at reka røktarheim í langa tíð, áðrenn búfólk eru flutt inn. Landskassin sparir einki, hóast røktarheim ikki lata upp, tá tey eiga, tí starvsfólkini eru longu sett. Eingin seinking er í starvsfólkasetanini.

Viðvíkjandi stuðlinum til bøndur treytar Fíggjarnevndin sær, at allur stuðulin fer til tað, hann er ætlaður, at framleiða stráfóður, sum lógin sigur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585