Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan

Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan
Fólkaflokkurin missir tveir tingssessir og Sambandsflokkurin ein, sum fara til Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur, var løgtingsval nú
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu mist tilsamans tríggjar tingmenn, og tí hevði samgongan mist meirilutan, vísir nýggjasta veljarakanningin
 
16.09.2013 - 11:55

Samgongan hevði mist meirilutan, var løgtingsval nú, og Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og Sambandsflokkurin ein. Teir høvdu farið til Tjóðveldi og Javnaðarflokkin.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Kringvarpið, Miðlahúsið, Portalin og Norðlýsið. Kanningin er gjørd frá 5. til 11. september. 538 fólk eru spurd í kanningini.

Fólkaflokkurin størstu afturgongdina

Sambært kanningini hevði Fólkaflokkurin mist 5,4 prosentstig av atkvøðunum samanborið við løgtingsvalið í oktober 2011, og hevði fingið 17,2  prosent. Fólkaflokkurin hevði mist tveir tingsessir, og hevði fingið seks.

Sí eisini Kanning: Løgmaður ongantíð klárað seg so illa sum nú

Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum hevði verið 2,6 prosentstig samanborið við úrslitið á løgtingsvalinum. Sambandsflokkurin hevði fingið 22,1 prosent, og hevði mist ein tingsess. Hann hevði fingið sjey tingsessir.

Sjálvstýrisflokkurin hevði havt eina lítla framgongd, og hevði varðveitt sín tingsess. Miðflokkurin hevði havt eitt prosentstig í afturgongd, men hevði kortini varðveitt sínar tveir tingsessir.

Tjóðveldi størst

Kanningin vísir, at Tjóðveldi hevði verið størsti flokkur, og hevði fingið 23,6 prosent av atkvøðunum, var val nú. Tað eru 5,3 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Tjóðveldi hevði fingið tveir sessir afturat, og hevði havt átta tingsessir.

Sí eisini Samgongan klárar seg framvegis undir meðal

Javnaðarflokkurin hevði fingið 21,7 prosentum. Tað eru 3,9 prosentstig fleiri enn á løgtingsvalinum. Javnaðarflokkurin hevði fingið ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey tingsessir.

Framsókn hevði havt eina lítla afturgongd, men hevði varðveitt báðar sínar tingsessir, var val nú, vísir kanningin hjá Gallup.

Sí eisini Grafikkur: Her er úrslitið av veljarakanningini

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887