Føroyskar kvinnur givnar at eta grind

Føroyskar kvinnur givnar at eta grind
Helvtin svarar, at tær eta grind sjáldan ella ongantíð. Ongar kvinnur undir 40 ár eru millum teirra, ið siga seg eta grind ofta.
 
18.09.2013 - 11:45

Føroyskar kvinnur eru nærum givnar at eta grind. Ein nýggj kanning, ið Jónrit Halling, farmaseutur og ph.d., hevur gjørt, vísir, at serliga yngri kvinnur nú eta sera lítið av tvøsti og spiki. Hon hevur spurt 200 til­vildarliga vald vaksin fólk, hvussu ofta tey eta tvøst og spik.

Bert 17 prosent hava svarað, at tey eta grind meira enn eina ferð um mánaðin. Næstan helvtin - 47 prosent - siga seg eta grind sjáldan ella ongantíð. Ongar kvinnur undir 40 ár eru millum teirra, ið siga seg eta grind ofta.

Ringt orð á sær

Hetta stendur at lesa í blaðnum, sum í hesi vikuni er sent í hvørt hús í sambandi við Vísundavøkuna, sum Granskingarráðið skipar fyri í næstu viku. Nógv bendir tískil á, at tvøst og spik, ið einaferð varð mett sum sera heilsugóður kostur, nú hevur fingið so ringt orð á sær, at hann er um at hvørva av føroyska døgurðaborðinum.

- Hetta er ein sera vøkur søga, tí hon vísir, at føroyingar hava tikið á seg at loysa ein trupulleika, ið menniskjansligt ósketni í fremm­andum londum er atvoldin til. Vit hava verið noydd at gevast at eta hendan vælsmakkandi matin, sum hevur verið við okkum allar dagar, og sum hevur havt stóran týdning fyri okkara samleika sum tjóð, sigur Pál Weihe granskari og serlækni í arbeiðsmedisini, við Vísundavøkublaðið.

Kyksilvurkanning

Tað var Pál Weihe, sum í áttatiárunum fór í gongd við at granska kyksilvurnøgdina í føroyingum, og kom fram til, at grind helst var orsøk til, at føroyingar høvdu munandi nógv meira kyksilvur í sær, enn onnur fólkasløg. Hetta arbeiði førdi í 2008 til, at Pál Weihe saman við Landslæknanum tók stigið fult út og mælti føroyingum til heilt at gevast við at eta tvøst og spik.

Vísundavøkublaðið skrivar, at í 1986 vóru í miðal 24 mikrogramm av kyksilvuri í nalvastrongunum, í 2000 vóru 12 mikrogram og í 2009 vóru bert 4 mikrogramm av kyksilvuri í nalvastrongunum. Hetta er á leið tað sama sum í londum, har fólk ikki eta dálkaðan mat úr havinum.

Børn eta heldur ikki grind

Flestu børn fáa heldur ikki grind at eta longur. Børnini, ið eru fødd í 1986, eru kannað regluliga, og tey hava nú nærum einki kviksilvur í blóðinum. Men skaðaárinini frá dálkingini í móðurlívi eru ikki horvin. Kanningar, ið vórðu gjørdar, tá børnini vóru 14 og 23 ára gomul, vísa, at tey enn hava tekin um árin á miðnervalagnum, skrivar Vísundavøkublaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584