Fuglfirðingar vænta 45,5 mió. kr. í skatti næsta ár

Fuglfirðingar vænta 45,5 mió. kr. í skatti næsta ár
Uppskotið til fíggjarætlan javnvigar við 68,2 milliónum. Tá er ikki roknað við avlopi. Rúm er fyri íløgum fyri 11,4 milliónir næsta ár
 
07.10.2013 - 10:55

Við sama skattaprosenti sum í ár, 21,5, fær Fuglafjarðar kommuna 45,5 mió. kr. í skatti næsta ár.  Býráðið væntar seks milliónir í partafelagsskatti og 1,2 milliónir í skatti av kapitaleftirlønum.

Býráðið í Fuglafirði hevur viðgjørt uppskot um fíggjarætlan fyri 2014. Sambært uppskotinum verður barnafrádrátturin 5.000 kr., tann sami sum í ár.

Uppskotið javnvigar við 68,2 milliónum. Tá er ikki roknað við avlopi. Rúm er fyri íløgum fyri 11,4 milliónir næsta ár. Fuglafjørður skal rinda 3,4 milliónir í rentum og renstustuðli og tvær milliónir í avgjøldum í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691