FM204

 
 
 

Tak niður

 
FM204
Um Sendingina

Savnssending

 

FM 204 er seinnapartsendingin í KvF útvarpinum summarið 2011, millum klokkan tvey og fýra - harav navnið FM 204.

 

Talan er um eina lætta og summarsliga sending við nógvum góðum tónleiki, spurnarkapping, og gestum, sum práta um ferðing, lívsroyndir, frítiðarvirksemi, mat, lívsstíl, og onnur viðkomandi evni. Afturat hesum fara vit at viðgera ymiskt av søguligum slag.

 

Men vit flyta okkum eisini. Hvønn fríggjadag verður sent frá bygdastevnum og tónleikafestivalum. Onnur ferðamál eru eisini á skránni, umframt Oyggjaleikir.

 

FM 204 verður mannað við skiftandi vertum og rapportarum. Fyrstu tíðina taka Elin í Stórustovu, Vár Berghamar Jacobsen, Gunnar Nolsøe, og Jákup Magnussen sær av sendingini. Jákup er eisini redaktørur.

Samband
Um tú vilt hava samband við fólkini handan sendingina, skriva til:


netvarp@kvf.fo